NÁMSFRØÐINGAR TIL MÝRIFÍPUNA Í TRONGISVÁGI -ENDURLÝSING

Tvøroyrar Kommuna søkir eftir námsfrøðingum og avloysarum til Mýrifípuna í Trongisvági.

Barnagarðurin Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúla. 

Søkt verður eftir námsfrøðingum til vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla, at arbeiða 20-40 tímar um vikuna og at byrja 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu. 

Mýrifípan

Stovnslýsing:

Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.

Vit vanta at tú: 

  • leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
  • brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
  • hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
  • dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
  • hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
  • vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
  • sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
  • hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.

Setanarviðurskifti: 

  • Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
  • Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovnum og má tola broytingar
  • Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv

Meira fæst at vita: 

Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf.  218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf. 781162.

Umsókn: 

Umsóknir, saman við prógvi, barnaváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 3. Juli 2023 kl.12.00.

Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Facebook viðmerkingar