
Í Bónus á Tvøroyri fara vit at mangla ein starvsfelaga frá 31. juli 2023.
Vit leita eftir tær, ið er fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og arbeiðssom/samur. Tú kemur í høvuðsheitum at hjálpa og ráðgeva kundum, um teir hava tørv á tí, at fylla upp í handlinum, at avgreiða kundar við kassan og at hjálpa til við at halda handilin reinan og ruddiligan.
Tú kemur í eitt gott arbeiðsumhvørvi, har samanhaldið er gott 🙂
Arbeiðstíðin er áleið 35 tímar um vikuna. Vanliga arbeiðstíðin er í dagtímunum millum kl. 8.00 og 16.00 mánadag til fríggjadag og fjórða hvønn leygardag.
Ynskir tú at gerast partur av toyminum hjá okkum, kanst tú senda okkum tína umsókn umvegis leinkjuna í høgru síðu. Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvi ella starvssetan, kanst tú venda tær til Bjarmu Lisberg Holm, handilsleiðara, á telefon 233447
Facebook viðmerkingar