Úrslit Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll 24. og 25. februar 2018

Suðuroyar Svimjifelag skipaði í vikuskiftinum fyri Suðuroyar Sparikassa stevnu í Páls Høll í Vági. Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, og fingu vit m.a. 4 nýggj føroysk juniormet og 1 nýtt føroyskt met.

Mest vinnandi svimjari var Róland Toftum. Á gullsíðuni var HS mest vinnandi felag við 17 gull, SuSvim vann 12 gull og Ægir vann 6 gull. Úrslitini frá stevnuni eru annars her.

 

Góð stevna fyri Susvim

Sæð við Suðuroyar brillum, so var talan um eina sera góða og spennandi stevnu.

SuSvim svam seg fram til stórt Juniormet í 4×100 blandađ.

Teir fýra vóru Rúni Bech, Rani Jacobsen, Rói Bech & Bartal Debess.

 

Harumframt vóru tað fleiri svimjarar, sum svumu kravtíðirnar til EJM, NMU og Danish Open. Alisa Vestergård svam kravtíðina til EJM.  Bartal Debes svam seg til kravtíðina til NMU, og eisini til Silvurnál. Sára Nysted, Róland Toftum, Rani Jacobsen & Alisa Vestergård hava kravtíð til Danish Open.

Samanumtikið ein góð kapping fyri svimjarar, bæði tey meiri royndu og teir yngru svimjararnir hjá Susvim.

 

Facebook viðmerkingar