Størv í Tvøroyrar skúla skúlaárið 23/24

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2023:

  • 1 fast lærarastarv
  • 3 tíðaravmarkað lærarastarv vegna lækkað tímatal, avlopstímar og serligan tørv
  • 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2023/24 vegna barnsburðarfarloyvi.

Vit sóknast eftir lærarum, ið kunnu undirvísa í grunddeild, miðdeild og hádeild. Serliga í lærugreinunum støddfrøði, alis-/evnafrøði, ítrótti, enskum og týskum.

Vit sóknast eftir lærarum og námsfrøðingum, ið verða partar av sjálvstýrandi toyminum í sertilboðnum. Í sertilboðnum í Tvøroyrar skúla verða 16 næmingar í 1. – 9. flokki.

Í sertilboðnum verður arbeitt út frá einstaklinga læruætlanum, har hvør skúladagur er skipaður við atliti til menningina hjá einstaka næminginum.

Um skúlan:

Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2023/24 umleið 245 næmingar í forskúla-10.flokki. 
Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar. 

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin(1.-3. flokkur) fer fram, og mið- og hádeild  á deildini í Tvøroyrar skúla. Í løtuni eru 222 næmingar í 1. – 10. fl. 30 lærarar og hjálparfólk starvast í skúlanum. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Tvøroyrar skúli fer komandi skúlaár at skipa fyri forskúla, sum partur av okkara innskúling. Forskúlin telur 24 næmingar.

Søkt verður eftir lærarum, námsfrøðingum/stuðlum sum

– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í   dagliga arbeiði skúlans.

– duga at samstarva og eru fyrikomandi

– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv, lærarar

Læraraútbugving. Tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv. 

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Størvini verða lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Førleikakrøv, námsfrøðingar/stuðlar

Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar, ella royndir innan skúlaøki. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.

Stuðulsstørvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.

Umsóknir skulu sendast sum teldupostur til:

tvo@skulin.fo

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til skúlastjóran, Jón Johannesen á tlf. 222320 í skrivstovutíð skúlans. (Sí heimasíðu skúlans á tvoroyrarskuli.fo)

Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 31.mai 2023 kl. 14.00.

Facebook viðmerkingar