Gongutúrur niðan á Gjógvaráfjall

Í kvøld, mánakvøldið 26. juni, skipar Miðlatún fyri einum gongutúri niðan á Gjógvaráfjall og út á Moyggjatúgvu. Byrjað verður við Trýkantin klokkan 20.00 og gingið verður so eftir vegnum niðan.

Komin niðan á, verður eitt lítið bál tendrað. Okur bjóðað grillaðar pylsur og KIRVI afturvið🌭🌭

Ferðaleiðari á túrinum er Jens Petur Brattalíð. Túrurin er ókeypis og tilmelding er ikki neyðug. Hetta er ein lættur til miðal túrur og er væl egnaður fyri øll.

Facebook viðmerkingar