Ruth Smith Savnið í Vági hevur ment nýggjan faldara til vitjandi á savninum.
Ruth Smith Savnið, ið er listasavnið í Vági til heiðurs fyri lokalu listakvinnuna, er eitt av støðunum í Suðuroynni, sum hevur nógv vitjandi. Serliga eru tað nógv vitjandi um summari, tá savnið eisini hevur fastar upplatingartíðir.
Í samband við summarið 2023, so hevur savnið ment ein faldara, sum vitjandi á savninum og á kunningarstovuni í Vági kunnu fáa. Í faldaranum ber til at lesa um listakvinnuna og hennara list. Faldarin er ætlaður sum eitt íkast til tað, sum savnið hevur av kunning, og sum brellbiti til at fara at vitja savnið og síggja serstøku listina, sum savnið eigur.
Ruth Smith Savnið er opið ónsdag, fríggjadag og leygardag millum klokkan 15.00 og 17.00.
Faldarin er mentur í samstarvið við Visit Suðuroy í Vági og fæst á føroyskum og enskum.
Facebook viðmerkingar