Semja millum Kommuna Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið hava í dag skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.
Sáttmálin partanna millum gekk út 1. oktober 2022, og partarnir handaðu hvørjum øðrum sáttmálakrøv á fundi hin 26. oktober 2022. Partarnir hava verið á fýra fundum, og í dag varð semja um nýggjan sáttmála undirskrivað.
Talan er um eina 2 ára semju, ið byggir á lønarhækkan í prosentum.
Tann 1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8%
Tann 1. oktober 2023 hækkar lønin 4,04%
Í semjuni eru eisini broytingar í ásetingunum í sáttmálanum um eitt nú starvslýsingar og sjúku, umframt broytingar í bólkaleiðaraviðbótini og viðbótini fyri frítíðarlegugjald o.a.
Facebook viðmerkingar