Á bygdaráðsfundi mánadagin tann 19. juni samtykti bygdaráðið einmælt, at fara undir at gera vegastrekkið í Garðsenni av nýggjum.
Talan er um strekkið frá Roynhøllini og vestur um vegamótið til Nýggjaveg.
Arbeitt hevur verið eina tíð at fyrireika eina dagføring av vegastrekkinum, og er tað Landsbyggifelagið, sum hevur staði fyri útbjóðingartilfarinum, í samstarvið við Vega- og havnanevndina.
Í dag tann 20. juni bleiv so arbeiðstøkusáttmáli undirskrivaður á kommunuskrivstovuni í Hvalba, ímillum Hvalbiar Kommunu og E – grevstur, sum skal gera arbeiði.
Arbeiði verður vænta at byrja innan 14 dagar og kemur hettar at viðføra nakað av órógvi í ferðsluni ímeðan arbeiði stendur uppá. Tískil verður heitt á bilførarar og borgarar annars, at vísa varðsemi.
Arbeiði er mett at vara nakrar vikur.
Viðheft eru nakrar myndir av løtuni tá sáttmálin varð undirskrivaður.
Vit fegnast saman við óiva flestu borgarum, at vegurin gjøgnum Garðsenna nù verður dagførdur.
Facebook viðmerkingar