Leiðari/Havnameistari til Vágs Havn

Mynd Bjartur Vest

Hevur tú hug og vilja til at standa á odda fyri at leiða og menna Vágs Havn?

Vágs Havn leitar eftur einum leiðara/Havnameistara, sum skal standa á odda við at menna og leiða havnaøkið inn í framtíðina. Okur ynskja at økja um virksemi í Vágs Havn og at arbeitt verður við at skapa nýggjar inntøkur. Okum sóknast tí eftir einum leiðara/Havnameistara sum, í samstarv við vinnuna og áhugapartar, skal arbeiða fyri at skapa bestu fortreytir á havnaøkinum. Leiðarin/Havnameistarin hevur ábyrgdina av tí maritima virkseminum og viðkomandi skal tryggja at aktivið hjá Vágs Havn verður væl skipað, viðlíkahildið og tryggja ein skynsaman rakstur við denti á byrðardygd. Leiðarin/Havnameistarin verður eisini ráðgevi hjá Havna- og vinnunevndini.

Starvsuppgávurnar hjá leiðarinum eru ymiskar og fevna um fyrisiting, vegleiðing, ráðgeving, eftirlit og samskifti. Hartil skal leiðarin/Havnameistarin m.a.:

  • arbeiða við einari menningarætlan við Vágs Havn
  • arbeiða við at økja um inntøkumøguleikarnar hjá Vágs Havn
  • skipa arbeiðið hjá umsjónarfólkinum
  • tryggja at reglugerðir verða hilnar
  • fyriskipa losstænastuna
  • standa fyri tí dagligu leiðsluni og rakstrinum á økinum
  • menna tænasturnar hjá Vágs Havn
  • fyrireika Vágs Havn til framtíðar uppgávur og avbjóðingar
  • gera og umsita leigusáttmálar á økinum
  • fyrireika mál til nevndarfundir
  • branda Vágs Havn sum ferðavinnumál

Tað hevur týdning, at tú, sum leiðari/Havnameistari, hevur góð samstarvsevnur og strategisk hegni til at føra Vágs Havn inn í framtíðina. Tú verður okra umboð og kemur at luttaka á uttanlanda ráðstevnum. Leiðarin/Havnameistarin verður partur av vaktaskipanini hjá Vágs Kommunu.

Førleikakrøv

Okur sóknast eftir fólki við nautiskari útbúgving ella aðrari hóskandi útbúgving við viðkomandi royndum. Okur vænta at;

  • tú hevur viðkomandi leiðsluroyndir.
  • tú arbeiðir sjálvstøðugt og royndur við fyrisiting.
  • tú hevur viðkomandi starvsroyndir sum tú kanst nýta í starvinum.
  • tú hevur góð samstarvsevnir og dugur væl at samskifta á føroyskum og enskum.
  • hevur ISPS góðkenning ella sinnaður at fáa hesa góðkenning.

Umsøkjarar verða mettir eftir persónligum, leiðsluligum og fakligum førleikum.

Setanarviðurskiftir

Leiðarin/Havnameistarin fyri Vágs Havn verður settur skjótast til ber ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Leiðarin fyri Vágs Havn verður settur skjótast til ber ella eftur nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið verður lønt eftir sáttmálanum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið 6 flokk ella Skipara- og navigatørfelagið stigini 10-14.

Starvsstaðurin er Vágs Kommuna við høvuðssæti á kommunuskrivstovuni á Vágsvegi 30. Umsøkjarin má tola ávísar broytingar í starvinum og í starvssetanini.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsókn og upplýsningar

Vágs Havn liggur undur Teksnisku Deild og skal leiðarin/Havnameistarin fyri Vágs Havn vísa til tekniska leiðaran. Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Jákup Olsen, tekniskur leiðari, á telefon 239302 ella umvegis teldupost á jakup@vagur.fo.

Skrivlig umsókn við avriti av prógvi og øðrum hóskandi skjølum, skal sendast til Vágs Kommunu, á jakup@vagur.fo og vera okum í hendi í seinasta lagi 9. juli 2023.

Vágs Kommuna skilar sær rætt til at velja ímillum umsøkjararnar ella ongan at seta. Um ikki nóg nógvir umsøkjarar eru, skilar kommunan sær rætt til at søkja av nýggjum ella ongan at seta.

Facebook viðmerkingar