Tvøroyrar Kommuna søkir eftir tveimum starvsfólkum til frítíðarskúlan, og einum til barnagarðin Mýrifípan at byrja 14. august.
Talan er um starv í fríiðarskúlanum, har starvstíðin er 25-30 tímar um vikuna, við skiftandi arbeiðstíðum millum kl. 11.00-17.00. Og í barnagarðinum er starvstíðin 30-40 tímar um vikuna, við skiftandi arbeiðstíðum millum kl. 7.15-17.00.
Stovnslýsing:
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni, Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vanta at tú:
- leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
- brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
- hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
- dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
- vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
- sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
- hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
Setanarviðurskifti:
- Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
- Starvið inniber, at tú eftir tørvi kann hjálpa á øðrum stovnum og má tola broytingar
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Petersen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf. 781162.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi, barnaváttan og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi týsdagin 1. august 2023 kl.12.00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv
Um námsfrøðingar ikki søkja starv, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.
Facebook viðmerkingar