Innsavnari til IRF í Suðuroy

IRF søkir eftir einum ruskinnsavnara til IRF í Trøllavík í Suðuroy. Uppgávurnar fevna um innsavnan av húsarhaldsposum og virkisposum v.m. í Suðuroy, umframt annað fyrifallandi arbeiði.

Vit vænta, at tú:

  • ert røkin, álítandi og jalig/ur
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt
  • ert kropsliga væl fyri
  • hevur koyrikort til persónbil

Harumframt er tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort til lastbil ella ert áhugað/ur í at taka tað stóra koyrikortið.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Starvið er lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Umsókn og freist

Umsókn skal sendast til starv@irf.fo í seinasta lagi tórsdagin 3. august 2023.

Viðmerk umsóknina “Innsavnari Suðuroy”.

Um tú vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til deildarleiðaran, Torfinn Mortensen, á tlf. 23 42 61.

Um IRF
IRF skal virka fyri, at vit kunnu lata komandi ættarliðum Føroyar betri og burðardyggari. Tilverugrundarlagið hjá IRF er at savna og viðgera burturkast á umhvørvisliga rættan hátt, bæði fyri at fyribyrgja dálking av okkara umhvørvi og tryggja, at tilfeingið í burturkastinum verður hildið í ringrás. IRF skal ganga á odda á burturkastøkinum og á nýskapandi og ágrýtnan hátt gera Føroyar grønar.

Umhvørvispolitikkurin hjá IRF tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST fyri burðardygga menning. Umhvørvispolitikkurin útgreinar kós felagsins í arbeiðinum fram ímóti at gera Føroyar reinari og burðardyggari. Les meira um umhvørvispolitikk felagsins her.

IRF

Víkarvegur 107/FO-520 Leirvík/Tel 41 42 43/irf@irf.fo

Facebook viðmerkingar