Leygarkvøldið 1. juli skipar Vágs Kommuna fyri einum kvøldartiltakið sum okur hava valt at kalla Summarkvøld í Vági. Hetta er eitt kvøld har hugnin er í hásæti. Tjaldið verður sett upp framman fyri SEV húsið í miðbýnum. Í tjaldinum kemur SuSvim at standa fyri matarsølu og onkrum drekkandi afturvið.
Tónleikur verður eisini í tjaldinum. Bjørn Hentze Bech, sum okur kenna frá hansara vælumtóktu sendingum í KVF, byrjar tiltakið klokkan 18.00 við at venda plátum. Seinni koma Lív & Tróndur at framføra og Magni Christiansen spælir til seinast. Tiltakið endar umleið klokkan 22.30, tá hevur Jugga opið. Á Jugga spæla Hjalmar og Dagfinn.
Facebook viðmerkingar