Mangan ferðandi hoyrir ein siga, at Suðuroyggin óivað er ein tann vakrasta oyggin í Føroyum. Og slíkt kemur ikki av ongum, og mangar eru perlurnar, ið ferðavinnan kann vísa ferðandi á.
Tekstur: Dagfinn Olsen
Tað er ikki ov nógv sagt, at Suðuroyggin ikki var við, tá ferðavinnan byrjaði at taka dik á seg av álvara fyri nøkrum árum síðani. Mangan var langt millum ferðafólkini, og lagt var til merkis, tá onkur ferðandi, – kanska við ryggsekki á baki, sást í kenda landslagnum. Kanska var tað fjarstøðan, og ferðasambandið, ið hevði skuldina.
Í øllum førum, so er støðan nú ein heilt onnur, og ferðafólk í hópatali vitja Suðuroynna, ið eisini hevur ment eina ferðavinnu, ið hevur nógv at bjóða.
Suðuroyggin er fjarskotin, men tað er avgjørt vert at royna hugnaliga siglitúrin um Suðuroyarfjørð, fyri síðani at koma í land í eini oyggj, ið er vøkur, og har náttúruperlur eru sannar upplivingar, umframt at aðrar upplivingar eru.
Serstøk og søgulig
Byrja vit í norðaru helvt av Suðuroynni, so eru t.d. Røðin og Froðbiarnakkur at vísa á, har ferðandi kunnu njota náttúruna. Í Sandvík ber t.d. til at síggja, hvar Sigmundur Brestisson í fornari tíð varð tikin av døgum í Sigmundsgjógv, eftir at hann hevði svomið um Suðuroyarfjørð fyri at koma sær undan fíggindum sínum.
Ein gongutúrur at síggja Ásmundarstakk er eisini ein sonn uppliving.
Sum einasta oyggj í Føroyum hevur Suðuroyggin kol og kolaminur. Í vøkru bygdini Hvalba, ið m.a. hevur náttúruperlunar Norðbergseiðið og Fiskieiði at vísa á, ber til at síggja kolaminur, og tað sama er galdandi í Rangaboti, ið eisini hevur vakra náttúru, viðarlund og áargøtu.
Hvannhagi verður mangan umrøddur sum eitt av vakrastu støðum. Í Froðba er serstaka stabbagrótið at síggja, eins og serstaka Kúlugjógv og Holið í helli – the Cave.
Tvøroyri er størsti staður í Suðuroynni, og hevur eisini mangt at bjóða ferðandi.
Umframt matstøð, søvn og gisitingarmøguleikar, so er eitt nú Tvøroyrar kirkja verd eina vitjan. Tvøroyri hevur nógvar søguligar bygningar at vísa á, og ein teirra er stóra mentanarhúsið SALT, ið hýsir mentanartiltøkum av alskyns slagi, og sum nú stendur endurreist, og er aftur eitt prýðiligur varði fyri Suðuroynna. Nevnast kann eisini vakra viðarlundin og fríðkanin, sum er í gongd í miðbýnum. Ja, Tvøroyri hevur nógv áhugavert at bjóða ferðafólki.
Tjaldavík er vøkur og har eru umstøður til havdypp. Tjaldavík er sertsakliga vøkur og nærindis er serstaki og stóri Tjaldavíksholmur.
Famjin er vøkur og søgurík bygd. Vakur er ein túrur til kirkjuvatn, og vitjar ein kirkjuna, so hongur fyrsta føroyska flaggið, Merkið, í kirkjuni í Famjin. Kanska eru ikki so nógv lond, ið kunnu vísa fram fyrsta eintakið av sínum flaggi.
Søga, náttúra og upplivingar
Yvirhøvur er tað sum at draga perlur upp á tráð, tá vísast skal á náttúruperlur í Suðuroynni.
Í sunnaru helvt hava vit gomlu bygdina Hov, ið stavar heilt afturi frá Víkingatíð. Har eru víkingaleivdir, gravir, og nú verður arbeitt við at fáa hesa søgu fram í ljósið. Arbeiðið at byggja eitt víkingaskip er í gongd, og smiðjan, har tilfar til skipið skal framleiðast, er reist og stendur sum eitt prýði. Í Hovi verður víst til Ergidal, og eisini ber til at fiska síl í Hovi. Farleiðin oman fyri Hov, Hovsvegurin, er sóljuleið og altíð eina vitjan verda.
Porkeri er somuleiðis gomul bygd, ið umframt vakurleika og stilla hugalagið, ið eyðkennir smáar føroyskar bygdir, eisini kann vísa á fornleivdir. Í Porkeri hava ferðafólk eisini í fleiri ár leigað bátar, og eru farin í fjørðin at fiska. Matstova er í bygdini, sum er opin eftir avtalu. At spáka í bygdini er hugaligt, og ein varnast skjótt eyðkendu skipararøðina av húsum.
Eisini kann porkerisnes og vitin har nevnast, og arbeitt verður við at seta ein kikara upp har.
Vágur, næststørsti staður í Suðuroynni, hevur ment seg innan ferðavinnu. Náttúruperlurnar eru mangar, eitt nú stórfingna Vágseiði, sum í sínum veldi kann hugtaka ein vakran summardag, og av sonnum “vísa tenn”, tá stormarnir leika.
Eisini er t.d. ein túrur niðan á Eggjarnar ein stórfingin uppliving. Nýggj røð er somuleiðis gjørd frá Eggjunum og niðan á fjallatoppin Rávuna til teirra, sum vilja síggja náttúrinnar stórleika frá hesum tindinum.
Vágur hevur matstovur og gistingarmøguleikar av ymsum slag, umframt Svimjihøll og Marghøll. Gamla sluppin Johanna TG 326 er eitt søguligt prýði fyri bygdina, og er onnur av bert tveimum sluppum, ið varðveittar eru í Føroyum.
Ikki slepst uttanum sera áhugaverda Ruth Smith Savnið, ið hýsir málningum hjá kendu listakvinnuni úr Vági, Ruth Smith, sum í dag verður mett millum fremstu koloristar í Norðurlondum. Har fær ein eisini kenslubornu søguna um lív og lagnu hennara. Savnið er opið nakrar dagar um vikuna frá juni til hálvan august.
Koma vit longur suður, eru Lopra og Akrar vakrar og friðarligar bygdir at vitja, ið eisini verða hildnar at verða sera gamlir búðstaðir. Lopranseiði og fjallið Kirvi eru eisini vøkur støð at vitja.
Til Sumbiar ber til at koma gjøgnum tunnil, ella ein kann fara gomlu farleiðina, nú ein sóljuleið, eftir vegnum um Hestin. Har kann ein njóta stórfingna útsýnið til vestursíðina av Suðuroynni, og ein kann skoða vakra Beinisvørð, og hevur ein hug og dirvi, og er ansin, kann farast niðaná.
Fer ein um Hestin, kann ein snara inn á vegin til avtoftaðu bygdina Víkarbyrgi, og ein kemur seinni eisini til vegin til Akraberg, har viti stendur. Eitt sera stórfingið stað, har ein skoðar út í opið hav.
Sumba er serstøk bygd, ið liggur sunnast í Føroyum. Ofta varð tikið til, at sumbingar eru tiltiknir sterkir, og verður hetta enn havt á lofti. Kvæðamentanin í bygdini er serstøk, eins og stevið, dansurin, sigst verða eyðkendur, og bera frá øðrum bygdum. Føroyski dansurin er enn sera livandi í bygdini, bæði millum ung og tilkomin.
Sumba liggur við opið hav og er brimpláss.
Søgurík er bygdin, og ein kann vitja kirkjuna og frálíka Fuglasavnið, ið Aksal l Poulsen átti, og sum hann lat kommununi.
Vegleiðing og túrar
Er ein í iva, so ber altíð til at seta seg í samband við kunningarstovurnar, Visit Suðuroy, í oynni. Har fær ein vegleiðing, bæði tá tað snýr seg um vitjanarverdar náttúruperlur, varðagøturnar, ella um tiltøk, gongutúrar og annað, ið verður fyriskipað til gagns fyri ferðandi í Suðuroynni.
Facebook viðmerkingar