Helgi Eidesgaard hevur skrivað stórverk um Føroya Arbeiðarafelag, nú felagið fyllir 100 ár. Verkið fevnir um trý bind. 1500 blaðsíður. Í bókabúðum og á Sprotanum kostar verkið 700 kr. Limir í FA fáa verkið fyri 350 kr beinleiðis frá felagnum.
Fólkið seg loysti úr bondum (bd. I) – frá 1925 til 1960

Í fyrsta bindi av søguni um Føroya Arbeiðarafelag verður forsøgan hjá altjóða arbeiðararørsluni umrødd, og greitt verður frá, hvussu henda rørsla fekk fótin fyri seg í Føroyum. FA varð stovnað í 1925, men byrjanin var trupul, og striltið var at fáa politiska ávirkan.
Seint í 1920’unum komu fleiri arbeiðarafeløg, og gongdin tók dik á seg í 1930’unum, tá ið fleiri arbeiðskvinnufeløg vórðu stovnað. Tíðirnar vóru truplar, men stórmál, ikki minst stríðið um kontanta lønrindan, gjørdu, at FA menti seg og fekk størri og størri samfelagsávirkan. Fleiri bakkøst vóru, men spakuliga gekk tó fram á leið.
Undir krígnum vórðu enn fleiri arbeiðarafeløg stovnað, og FA fírdi ikki fyri at gera bretska hersetingarvaldinum og Løgtinginum tað greitt, um hildið varð, at arbeiðarafjøldin var fyri vanbýti. Eftir kríggið stóð FA rættiliga sterkt, hóast innanhýsis ósemjur eisini vóru, og felagið fekk størri og størri ábyrgd av at samráðast fyri limafeløgini.
Tú mennist í hvørjum av stríðnum (bd. II) – frá 1960 til 1990

Í 1950’unum versnaðu tíðirnar, og FA tók lut í mikla aðalverkfallinum í 1951. FA royndi eisini at mekla í fiskimannaverkføllum og læknastríðnum, og innanhýsis tvídráttur um, hvørt føroyska arbeiðsmegin skuldi knýta bond við donsku fakfelagsrørsluna, fylti sera nógv. Tá ið tíggjuáraskeiðið leið móti endanum, tóku arbeiðarafeløgini bæði í Havn seg úr FA. Framtíðin hjá Føroya Arbeiðarafelag var tí óviss, tá ið komið varð inn í 1960’ini.
Hóast eisini arbeiðarafeløgini í Klaksvík tóku seg úr Føroya Arbeiðara felag fyrst í 1960’unum, fekst meiri arbeiðsfriður innan hýsis. Nakað av tvídrátti var millum FA og feløgini í Havn og Klaksvík um mark, og okkurt stríð var við stórar byggi fyritøkur kring landið, men við Gunnari Petersen á odda ment ist FA í hvørjum.
FA varð bygnaðarliga styrkt, og dentur varð lagdur á at fáa arb eiðsvikuna stytta og frítíðina longda. Eisini kom spurningurin um líkaløn á breddan, og FA kravdi, at kvinnur og menn skuldu stillast javnt, hóast kjak eisini var innanhýsis um hetta.
Síðst í 1970’unum varð strongt á at fáa betri samband við fakfeløg uttanlands, og hesi kós tók Ingeborg Vinther tók undir við, tá ið hon gjørdist forkvinna. Dentur varð eisini lagdur á arbeiðaratrygd og álitisfólkaskipan, og m.a. landarar í Fuglafirði gjørdu javnan vart við seg.

Her verður grundin stoypt til húsið, har vakthavandi á Fossáverkinum kundu búgva. Myndin er tikin í 1958. Mynd: Bent Restorff.
Gjøgnum 1980’ini vóru arbeiðskvinnurnar mangan í andgletti. Líkalønin kom, men ofta leikaði hart á. Fiskagenturnar á Tvøroyri gjørdust loksins limir í FA, men stutt eftir hevði harða merkjamálið við sær, at kvinnurnar úr Vági eina tíð fóru úr felagsskapinum.
Eisini vóru fleiri verkføll og ósemjur við hini arbeiðarafeløgini, men FA var eitt felag, ið hoyrdist í samfelagnum. Nógvir batar fyri føroyska arbeiðaran komu í 1980’unum, ikki minst eftir hørð verkføll, men tá ið tíggjuáraskeiðið nærkaðist endanum, varð øllum greitt, at búskaparliga ringar tíðir lógu fyri framman.
Alt ber slítarans fingramerki (bd. III) – frá 1990 til 2025

Tá ið kreppan rakti fyrst í 1990’unum, fekk arbeiðandi fólkið í stóran mun rokningina. Arbeiðarafeløgini royndu tó at verja limir sínar, hóast tíðarskeiðið var merkt av hóparbeiðsloysi og -fráflyting. Arbeiðsloysisskipan varð loksins sett á stovn, og FA royndi at krevja ábøtur. Ónøgdin var tó stór, og fakfelagsfólk tóku stig til Verkamannafylkingina. Síðst í 1990’unum fór loksins at ganga framá, og lønirnar tóku at hækka.
Fyrsta tíggjuáraskeiðið í øldini byrjaði við hørðum verkføllum, ið høvdu við sær batar fyri føroysku arbeiðarafjøldina. Dentur varð lagdur á at veita limunum munagóðar eftirlønar- og lívstryggingar. So hvørt batnaðu viðurskiftini millum FA og hini arbeiðarafeløgini og Fiskimannafelagið, og burturúr kom fakfelagssamstarvið Samtak.

Verkfalsvaktir við ‘Nyhavnina’ í Havn tann 6. juni. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen.
Annað tíggjuáraskeiðið í hesi øldini vóru ongi arbeiðaraverkføll, men fakfeløgini mótmæltu harðliga ætlanunum hjá borgar ligu samgonguni at skatta eftirløn við inngjald, og ætlaða fiskivinnunýskipanin hjá vinstravendu samgonguni, ið kom aftaná, elvdi til órógv í FA. Tíðirnar vóru sum heild góðar, men arbeiðarafeløgini vóru ónøgd við, at arbeiðsgevarar m.a. nýttu koronustøðuna og kríggj í Ukraina sum umbering fyri ikki at lata munagóða lønarhækkan. Í 2024 gekk ikki longur, og tá varð drúgt verkfall. Samstarvið millum arbeiðarafeløgini tóktist styrkna aftur, og fakfelagssamtakið Verkafólk varð skipað í 2025.
Tíðin í dag er ein onnur enn í 1925, tá ið FA varð sett á stovn. FA hevur tikið á seg nógv ábyrgdarøki frá limafeløgunum, og hóast summi vilja styrkja FA enn meira, vilja onnur fara hinvegin. Tí stendur Føroya Arbeiðarafelag á einum vegamóti, nú felagið í 2025 fyllir 100 ár.
Í bókabúðum og á Sprotanum kostar verkið 700 kr. Limir í FA fáa verkið fyri 350 kr beinleiðis frá felagnum.


Facebook viðmerkingar