Suðuroyggin Framá í Hvalba – um ferðavinnu

BySuðuroyarportalurin

2. november 2025

Suðuroyar Tjóðveldisfelag bjóðar til enn eitt “Suðuroyggin Framá” tiltak, ið er tað næsta av eini røð av tiltøkum, vit hava tikið stið til.

Endamálið við tiltøkunum er at varpa ljós á tað, ið tekur seg fram í samfelagnum og er viðkomandi nú – við serligum atliti til suðringar og Suðuroynna.

Tiltøkini eru ikki einans fyri tjóðveldisfólk, men øll eru vælkomin.

Suðuroyggin hevur óteljandi møguleika, bæði fyri fólk, ið búgva her, og fyri ferðafólk. Fjarstøðan og ferðasambandið er ein avbjóðing, allir suðringar kenna til, men Suðuroyggin er serliga áhugaverd á nógvum økjum samanborið við aðrar oyggjar.

Tað hevur týdning, at vit tilvitað víðka og betra um ferðavinnuna í Suðuroynni. Bæði fyri at skapa møguleikar, ið gagna fólki í oynni og eisini fyri at gerast ein partur av føroyskari ferðavinnu.

Tí hava vit valt at viðgera ferðavinnu til tiltak í hølum hjá arbeiðarafelagnum, Roynd, í Hvalba mikukvøldið 5.nov. kl.19-21.

Skrá:

  • Vælkomin, Marin í Dali
  • Faroe.escapes, Arousiak Hammer
  • Kirkjukórið í Porkeri
  • Eatlocal, Ragnhild Dam og Jóannes á Fløtti

Eftir framløgurnar verður kaffi og køka at fáa.

Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Suðuroyrar Tjóðveldisfelag

Facebook viðmerkingar