Skúlablaðið: Vágs skúli hevur arbeitt við at styrkja fatanina hjá næmingunum av plastdálking og burðardygd gjøgnum praktiska, kannandi og skapandi undirvísing. Hetta er gjørt við støði í nærumhvørvinum í Vági, so næmingarnir fáa innlit í, hvat teir sjálvir kunnu gera fyri at gera mun.
Sjeynda Veðurlagsvirðislønin hjá Føroya Lærarafelag fer til Vágs skúla. Hon var handað fyri løtu síðan á aðalfundinum hjá Føroya Lærarafelag, sum er á Hotel Føroyum í Havn.
Verkætlanin, sum Vágs skúli hevur verið í holt við, er eitt tvørfakligt skeið frá januar til juni í lærugreinini handaverki og list í sætta flokki. Íblástur hava tey fingið frá eitt nú hentleikum í Fab Lab.
Næmingarnir hava arbeitt í bólkum við ymiskum evnum, m.a. plasti í náttúruni, plasti og klædnaði, sløg av plasti, fakta um plast, og hvat vit sjálv kunnu gera. Í hesum sambandi hava tey eitt nú arbeitt við undirvísingartilfari og filmum, vitjað fyritøkur, so sum Kirva og Varðan Pelagic, gjørt plansjur og stop motion-filmar, endurnýtt plást frá 3D-prentarum til nýggjar lutir og so sniðgivið og framleitt klistrimerki til ruskbýti og sett skipan í verk í skúlunum við ruskspannum, so rusk og plast kann verða skilt.
Haraftrat hava næmingarnir ruddað øki og fram við sjóvarmálanum í Vági, har tey hava savnað, flokkað og greinað rusk fyri at kanna plastdálking í nærumhvørvinum.
Tey ætla at halda fram við verkætlanini og menna hana víðari við at seta á stovn eitt pop-up recycling lab sum part av bláa og grøna útbúgvingarfokusinum hjá skúlanum. Her fara næmingarnir at arbeiða víðari við at endurnýta plast, sum tey finna í nærumhvørvinum. Í hesum sambandi fara tey at flokka og fyrireika innsavnað plast, royna seg við endurnýtslu í samstarvi við Fab Lab, framleiða nýggja lutir úr endurnýttum plasti, arbeiða nýskapandi við at finna loysnir á plasttrupulleikum og miðla arbeiðið til skúla og lokalsamfelag.
Ætlanin er eisini at skipa fyri eini repair-café, miðla tað, tey gera, í barnablaðnum Strok og hava framløgur fyri foreldrum og næmingum.
Tá ið talan er um læriúrslit og týdning verður sagt, at verkætlanin gevur næmingunum praktiskar royndir við burðardygd og styrkir fatanina hjá næmingunum av samanhanginum millum nýtslu, rusk og umhvørvi. Tey menna førleikar innan nýhugsan, sniðgeving og tøkni og fáa eina sterkari ábyrgdarkenslu fyri egnum nærumhvørvi. Við at arbeiða við ítøkiligum, lokalum avbjóðingum verður læringin viðkomandi og handlingsrættað, og verkætlanin skapar áhuga bæði í flokkinum og í lokalsamfelagnum.
Verkætlanin sameinir vitan, praksiss og nýskapan og gevur næmingunum møguleika at fara frá fatan til handling í arbeiðinum við eini týðandi umhvørvisavbjóðing. Stuðul til víðari menning fer at styrkja hetta arbeiðið enn meira.
Hjartaliga til lukku við virðislønini!
Myndir: Ólavur Frederiksen


Facebook viðmerkingar