Á Mentanarnáttini hava vit altíð borðreitt við góðum tónleiki og 2026 verður av sonnum einki undantak.
Í dag fegnast vit um at kunna kunngerða superbólkin Marius Ziska, millum ársins tónleikanøvn á Mentanarnáttini.
Marius er fólkaogn og hvørt mannsbarn kennir fantastisku løgini, ið seinastu mongu árini hava rungað í útvarpinum og á festivalunum kring landið.
Afturat gandakendu røddini hjá forsangaranum, sleppa vit eisini at hoyra einastandandi góðu tónleikararnir í bólkinum.
Gleðið tykkum til ”Nærveran”, ”Going Home”, ”Villingarsjónin”, ”Ongin er orsøk» og mangar aðrar landaplágur, frá tónleikaúrmælingunum.
Vit síggjast á Mentanarnáttini á Tvøroyri, 29. mai.


Facebook viðmerkingar