Tveir mánaðir í Vági sum Digitalir Nomadar

ByMagnus Pauli West

8. mai 2026

Fyrr í ár vóru Lena og Damian frá Póllandi í Vági, sum partur av Arctic Digital Nomads verkætlanini, stuðla av NORA. Uppihaldið gav teimum bæði íblástur, arbeiðsgleði og eitt tætt samband við staðið og heimafólkið.

Tey hava áður ferðast nógv kring Norðuratlantshavið, serliga í vesturfirðinum í Íslandi, men Vág vísti seg skjótt at vera nakað heilt serligt fyri tey. Okur hava samskifti við tey, eftir at tey eru farin heim aftur. Lesið frágreiðingina, sum vit fingu frá Lenu og Damian niðanfyri – tað er altíð áhugavert at hoyra frá øðrum, hvussu tey uppliva tað serliga í Vági.

“Ein fjørður er ikki bara ein fjørður,” sigur Lena. Hon greiðir frá, hvussu nógv kann vera øðrvísi, litirnar í landslagnum, skýggini, veðrið og ikki minst fólkini. Í Føroyum kann veðrið skifta upp á fá sekund, og tað setti sín heilt egna dám á upplivingina.

Tey búðu í einum hugnaligum húsi mitt í býnum og brúktu fyrstu dagarnar til at finna seg til rættis. Tey tóku sær tíð at venja seg við gerandisdagin og lata inntrykini seta seg. Útsýnið yvir fjørðin og fjøllini gav frið og íblástur, altíð var okkurt at eygleiða: fuglar, bátar, og aldurnar, sum broyttust við veðrinum.

Spakuliga komu tey inn í eina góða dagliga gongd. Damian skrivaði dagbók og las um føroyska list, meðan Lena arbeiddi við sínum tekstilverkætlan. Samstundis gjørdust gongutúrar ein fastur partur av degnum, bæði til Vágseiðið og niðan á Eggjarnar – náttúran gjørdist ein týðandi kelda til íblástur.

Í Ruth Smith savninum fann Damian íblástur í verkunum hjá listakvinnuni Ruth Smith. Hann fór at ganga somu leiðir, sum hon einaferð hevði gingið, og royndi at uppliva landslagið við hennara eygum.

Fyri Lenu bleiv uppihaldið í Vági eitt satt paradís. Í vevistovuni, sum hon sjálv kallaði “the magic basement” – arbeiddi hon í meira enn 100 tímar við einum stórum teppi, har føroyskir fuglar sum tjaldur, lundi og súla vóru í miðdeplinum.

Men tað, sum setti størsta sporið, var ikki bara náttúran ella arbeiðið. “Tað serliga var kenslan av ikki at vera fremmand,” sigur Lena. “At verða ein partur av lokalsamfelagnum, við smáum práti, smílum, ‘góðan dag’, kaffi og samveru, tað er nakað, okur veruliga sakna.”

Damian tekur undir við Lenu og nevnir einfaldleikan í gerandisdegnum, gongutúrar, svimjihylin og fuglalívið, sum nakað, hann fer at minnast.

Uppihaldið í Vági hevur givið teimum minnir fyri lívið. Og tá saknurin gerst stórur, seta tey føroyskan tónleik á, ein lítil partur av Føroyum, sum tey hava tikið við sær víðari. Hoyr teirra føroyska tónleikalista her.

Facebook viðmerkingar