Fyrsta tilmælið frá Nýskipanarnevndini

BySuðuroyarportalurin

4. november 2025

Her er tilmælið frá Nýskipanarnevndini:

Tilmæli nr 1

  • At lækka talið á aðalráðum úr 9 aðalráðum niður í 6 aðalráð – Løgmansskrivstovan og 5 vanlig aðalráð.

Talið av aðalráðum hevur varierað, og málsøki eru flutt aftur og fram eftir hvørt val, sum partur av samgongusamráðingum. Hetta er óheppið og skapar gang, meirkostnað, vitanarmiss og óstabilitet, bæði í aðalráðunum og í stovnunum undir ráðunum, og minni fæst burturúr, meðan broytingarnar fara fram.

Vit hava í løtuni 9 aðalráð. Hetta er tað mesta nakrantíð. Talan er um áleið 140 ársverk og ein árligan rakstur á umleið 145 milliónir kr. (mett 2025 tøl), umframt landsstýrisfólk.

Mett verður ikki, at tað er skynsamt við so nógvum aðalráðum.

Miðað eigur at verða ímóti størri eindum, bæði fyri at fáa meiri effektivitet og eitt sterkari fakligt umhvørvi. Ov nógv aðalráð gera tvørgangandi arbeiði og samskipan truplari. Tað hevði skapt meira stabilitet, um talið av aðalráðum bleiv fastlæst til 6 aðalráð við politiskari semju, soleiðis at man samráddist um teir somu landsstýrispostarnar eftir hvørt val.

Landsstýrisfólkatalið eigur at verða í mesta lagi 5 landstýrisfólk, umframt løgmann.

  • Mælt verður til, at Stýrisskipanarlógin verður broytt, soleiðis at teksturin, sum nú sigur í §27, at í Landsstýrinum sita Løgmaður og minst tveir landsstýrismenn afturat sær, fær eitt uppískoyti, sum sigur, at mesta talið av landsstýrisfólkum afturat Løgmanni er fimm landstýrisfólk.
  • Mælt verður til við politiskari semju, at stovnsett verða fylgjandi 6 aðalráð við hesum málsbýtum:
Screenshot

Hetta vildi spart 3 landsstýrisfólk, 3 aðalstjórar og dupultfunktiónir, sum ikki longur vil verða tørvur á við færri aðalráðum. Eisini kann væntast ein betri raðfesting við færri aðalráðum. Høliskostnaðirnir minka eisini við at samla aðalráðini í færri eindir, ið tilsamans eru minni. Miðað verður ímóti at savna øll aðalráðini á einum stað.

Beinleiðis sparingin, tá umskipanin er framd og hevur fingið fullan virknað, er mett til á leið 15% av kostnaðunum av verandi aðalráðum ella 20 milliónir um árið.

Tá aðalráðini eru fækkað, og bygnaðurin er greiður, so eiga fylgjandi átøk at verða framd:

  • Miðað eigur at verða ímóti, at starvsfólkatalið í hvørjum aðalráði er stabilt eftir umskipanina.
  • Kunngerðir og rundskriv eiga at endurskoðast við tí endamáli at minka um talið av kunngerðum og rundskrivum. Og metast skal um, hvørt kunngerðirnar eru neyðugar ella umbidnar. Eisini eigur at verða ansað eftir, at lóggáva og skipanir, ið verða avritaðar ella partvíst avritaðar, hóska til føroyska samfelagið.
  • Eisini eigur man at umhugsa sólseturásetingar á lógir, kunngerðir og rundskriv, so at tær detta burtur av sær sjálvum eftir eitt áramál, uttan so tær verða samtyktar ella lýstar av nýggjum.
  • Endamálið í øllum aðalráðum eigur at verða at minka um samlaða talið av lógum, kunngerðum og rundskrivum fyri at minka um óneyðuga regulering og kompleksitet í tí almenna.
  • Nýggjar kunngerðir ella átøk, ið krevja størri umsiting, eiga at umhugsast sera gjølla og bert setast í verk, um tað verður mett alneyðugt, ella er umbiðið av borgarum, feløgum ella kommunum.

Tórshavn 4/11 – 2025 Nýskipanarnevndin

Facebook viðmerkingar