Triði ársfjórðingur royndist væl

BySuðuroyarportalurin

4. november 2025

Føroya Banki: Roknskapartølini hjá Føroya Banka-samtakinum fyri triðja ársfjórðing eru kunngjørd í dag. Tíðarskeiðið hevur sum heild verið merkt av góðari gongd á so at siga øllum mótum, og úrslitið fyri skatt gjørdist 80 mió. kr.

”Okkara virksemi hevur verið merkt av vøkstri á bæði innlánum, útlánum og realkredittlánum samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og samanlagt afturføra vit niðurskrivingar. Roknskapartølini higartil í ár bera sostatt boð um eina góða gongd hjá samtakinum og ikki minst ein kundaskara, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum. Fleiri rentulækkingar hava verið hetta seinasta árið, og tað munar hjá teimum kundunum, sum hava lán,” sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Eitt ár merkt av rentulækkingum
Eitt, sum hevur sermerkt hetta seinasta árið, eru rentulækkingar. Millum juni í fjør og juni í ár er rentan lækkað sjey ferðir. Hyggja vit eftir, hvat ið marknaðurin væntar á hesum økinum komandi tíðina, so eru ikki útlit fyri, at títtleikin á rentulækkingunum heldur fram. Harafturímóti væntar marknaðurin, at rentan nú er á einum meira støðugum støði, men tað kann tó broytast.

Hóast rentan er lækkað ofta seinasta árið, so ber enn til at fáa rentu fyri innistandandi pening.

Innlánini hjá bankanum eru hækkað við 15% samanborið við sama tíðarskeið í fjør, og henda hækkingin í innlánum vísir millum annað, at kundarnir eru tilvitaðir um og taka av møguleikanum at fáa rentu fyri innistandandi pening.

Útlitini fyri komandi tíðina
Hyggja vit eftir útlitunum fyri restina av árinum, so eru tey sum heild góð. Bankin væntar, at góða gongdin heldur fram, og at ársúrslitið fyri 2025 verður millum 235 og 265 mió. kr.

Hyggja vit meira yvirskipað eftir føroyska búskapinum, so eru útlit fyri, at búskaparvøksturin stilnar nakað. Sambært nýggjastu tølunum hjá Hagstovu Føroya og Búskaparráðnum sæst, at búskaparvøksturin í ár er minni enn undanfarin ár.

Búskaparvøksturin væntast at verða 2% í ár samanborið við 3,3% í fjør, 6,7% í 2023 og 9,5% í 2022. Árligi vøksturin er í ársins prísum, og tølini fyri 2022 og 2023 eru uppgerð hjá Hagstovu Føroya, meðan hini tølini eru metingar hjá Búskaparráðnum.

“Hóast búskapurin er farin meira niður í ferð samanborið við undanfarin ár, so meta vit ikki, at nakar vandi er á ferð. Harafturat síggja vit, at væntanirnar til 2026 eru góðar. Hyggja vit eftir okkara egnu tølum, so síggja vit til dømis ikki nakra øking í troti ella skáum, sum vísir, at okkara privat- og vinnukundar klára at svara sínum skyldum. Men hóast kundarnir hava eina haldgóða fíggjarstøðu, so stremba vit altíð eftir at veita øllum okkara kundum slitsterka ráðgeving, so at einstaki kundin kann klára seg væl, sama hvat skiftandi tíðir bjóða,” sigur Turið F. Arge.

Roknskapurin í stuttum

• Úrslitið fyri skatt var 271 mió. kr.

• Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 192 mió. kr.

• Útlánini vóru 9,6 mia. kr.

• Realkredittlánini vóru 2,8 mia. kr.

• Innlánini vóru 10,8 mia. kr.

Facebook viðmerkingar