“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt – og velja at taka alt aftur.”

BySuðuroyarportalurin

4. november 2025

10. november kemur debutskaldsøgan Hevnd út aftur av nýggjum, eftir, at hon varð tikin av hillunum orsaka av villum í fyrsta prenti. Rithøvundurin hevur fingið 10 tals boð og samrøður frá lesarum, sum hava lisið bókina. Nógv hava lisið hana út í eitt. Nógv hava slett ikki lagt merki til villurnar. Onkur hevur lagt til merkis, at eitt lítið brot kemur umaftur. Men afturmeldingarnar er sera jaligar, at bókin verður prenta av nýggjum.

Hevnd er ein myrk og psykologisk søga skrivað av Petur Mohr Reinert, ein nýggj rødd í føroyskum bókmentum, sum fer at gera vart við seg við sínum kompromisleysa málburði og ógvusligu søguskriving.

Søgan snýr seg um happing og hevnd. Hon gongur fyri seg umborð á einum ímyndaðum frystitrolara, í Sørvági og í Havn. Hóast søgan tekur støði í hesum staðarnøvnum, hevur hon onga tilknýting til veruligar hendingar ella persónar. Alt er íspunnið. Tema er happing, sum fer av sporinum, og hvussu tann happaði velur at hevna seg.

Hevnd er fyrsti partur í eini trilogi, og lesarar skulu ikki bíða leingi eftir næsta parti.

Petur Mohr Reinert hevur áður skrivað nógv, men hetta er hansara fyrsta skaldsøga. Úrslitið er ein søga, sum bæði er rá og rørandi, og sum setur spurningin: Er tað rætt at hevna seg?

Bókin verður givin út av nýstovnaða forlagnum Tyrpa, sum rithøvundurin sjálvur eigur. Permumyndin er ein málningur eftir Helenu Dam. Tyrpa hevur greitt bókina til prentingar.

Bókin fæst í bókahandlunum og vanligu sølustøðunum kring landið, og hon verður eisini at fáa í Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.

Petur Mohr Reinert verður at hitta á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum, har hann fer at hava framløgu og samrøðu við Niels Una Dam leygardagin 15. novenber kl 17:00.

Facebook viðmerkingar