Í gjár var søguligur dagur á Suðuroyar Sjúkrahúsi, tá lungnaambulatoriið á fyrsta sinni lat upp. Hetta er gjørt í tøttum samstarvi við ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum.
At lungnaambulatoriið er á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur við sær, at teir sjúklingar, ið áður hava ferðast norður á lungnaambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, nú kunnu koma á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar o.a. Tó mugu nakrar serligar kanningar framvegis gerast á Landssjúkrahúsinum.
Tankin handan lungnaambulatoriið á Suðuroyar Sjúkrahúsi er, at lungnalæknarnir koma suður til sjúklingarnar, heldur enn at sjúklingarnir skulu ferðast til Havnar til læknarnar, og fer hetta at lætta munandi um hjá sjúklingunum.
Tríggir lungnalæknar og ein sjúkrarøktarfrøðingur eru knýttir at lungnaambulatoriinum. Lækni verður á lungnaambulatoriinum einaferð um mánaðin, og sjúkrarøktarfrøðingurin verður fast ein dag um vikuna.
Á myndini eru Sámal Jakobsen, lungnalækni, Rannvá Albinus, sjúkrarøktarfrøðingur og Laurits Frøssing, lungnalækni. Umframt hesi er eisini Marita av Steinum, lungnalækni, knýtt at lungnaambulatoriinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.


Facebook viðmerkingar