Kommunurnar hava sett pening av á fíggjarætlanini til prosjektering av verkætlanini. Hetta merkir, at arbeiðið við at fyrireika eina um- og útbygging kann fara í gongd við tí endamáli, at sjálvt byggiarbeiðið kann byrja í komandi ári.
Hetta er eitt týdningarmikið stig fyri Heilsumiðstøðina og framtíðar heilsutænasturnar í Suðuroynni. Raðfestingin vísur, at kommunurnar taka ábyrgd og vilja vera við til at tryggja góðar karmar fyri bæði borgarar og heilsustarvsfólk. Við at seta pening av til prosjektering verður nú arbeitt fram ímóti einari ítøkiligari verkætlan, sum kann leggja lunnar undir eina nútímans og framtíðartryggjaða heilsumiðstøð í Vági.


Facebook viðmerkingar