Stuðul til yrkisleiklist 2027

BySuðuroyarportalurin

9. oktober 2026

Mentamálaráðið lýsir við hesum eftir umsóknum um stuðul til yrkisleiklist fyri 2027.

Treytirnar fyri at fáa stuðul eru nærri ásettar í § 11 í løgtingslóg nr. 68 frá 2. mai 2003 um Tjóðpall Føroya og stuðul til leiklist v.m. og § 5 í kunngerð nr. 18 frá 19. apríl 2004 um stuðul til leiklist v.m.

Søkjast skal á serstøkum umsóknarblaði, sum kann heintast her ella fáast við at vendar sær til Mentamálaráðið.

Umsóknir skulu sendast við telduposti til:

Mentamálaráðið
J.H. Schrøters gøta 7
100 Tórshavn
Teldupostur: studul@mmr.fo

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. november 2026 kl. 12.00.

Stuðul verður latin við teirri treyt, at játtan er tøk til endamálið á løgtings-fíggjarlógini fyri 2027.

Facebook viðmerkingar