Lions Suðuroy skipar fyri einari myndakapping. Endamálið er at finna tær vakrastu myndirnar av Suðuroynni til at prýða Lions Árskalendaran við. Lions Kalendarin 2027 er tøkur og eru vit í gongd við at arbeiða við kalendarunum fyri 2028, 2029 og frameftir.
Nú er at finna myndatólið fram og finna myndir fram, ið eru tiknar í og av Suðuroynni.
Brúkast skulu 13 landslagsmyndir, ein til hvønn mánaðan og eina serstaka mynd til forsíðuna.
Lions Suðuroy ynskir myndir úr øllum bygdum í Suðuroynni, soleiðis at vit fáa lýst tær fýra árstíðirnar, vár, summar, heyst og vetur.
Treytir:
· Høg myndagóðska
· Myndirnar kunnu verða úr øllum bygdum, umboða ártíðirnar.
Myndirnar skulu sendast til Lions Suðuroy við telduposti, sum skjótast, jú fyrr og fleiri myndir, jú betur møguleika at koma við í kalendaran. Sendast skal til e-mail: lionskalend@gmail.com – við frámerki Lions Myndir
Vinnandi myndirnar verða virðisløntar við kr. 500,00 pr. stk. Tó verður forsíðu myndin virðislønt við kr. 1.000.
Vinaliga
Lions Suðuroy


Facebook viðmerkingar