Hanus G. Johansen er óivað Føroya kendasti vísusangari, og tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá sagt verður, at hann er onki minni enn ein trubadurur.
Hann er ættaður úr Klaksvík, og í sekstiárunum kendu klaksvíkingar Hanus sum sangara og guitarleikara Seinni kom hann við í tónleikalívið í Havn. Eftir at hava verið í Danmark eina tíð, kom hann heim aftur til Føroya, luttók millum annað á útgávum hjá Frændum og ymsum útgávum, ið Tutl gav út.
Í 1988 gav hann út Gaman og Álvara, ið enn stendur sum ein varði í føroyskum tónleiki. Á útgávuni syngur Hanus løg, ið hann hevur sett til yrkingar hjá Poul F. Joensen.
Hanus er við á fleiri ymsum útgávum, og hevur eisini givið út fleiri útgávur undir egnum navni.
Mong kenna best Hanus sum tulkara av yrkingum hjá Poul F. Joensen, og eru hesir sangir í mongum førum fólkaogn.
Men Hanus hevur eisini sett løg til yrkingar hjá t.d. Tummas N. Djurhuus (Tongla-Tummas) og Hans Jákup Glerfoss og norska Jakob Sande.
Hanus G. Johansen megnar sum fáur at rúnarbinda eina lurtarafjøld. Fólk kenna vísur hansara, og eyðkenda, djúpa røddin, aftur við góðum guitarleiki, er nóg mikið til at ongin er í iva um, at her er talan um veruligan tónlistamann; ein trubadur.
Hanus hevur í mong ár verið millum tey fremstu á føroyska tónleikapallinum, og eitt skifti, serliga í áttatiárunum, ferðaðist hann eisini nógv í grannalondum okkara, har hann var virðiligt umboð fyri føroyskan vísisang.
Facebook viðmerkingar