Tað er eydnast at fáa eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki seinnu árini, Marius, við á Ljóstfest 2023.
Marius Ziska er á odda fyri bólki sínum, tá henda altíð vælupplagda manning fer á pallin í Vági 12. august.
Marius Ziska byrjaði sum 16 ára gamal sína tónlistaleið, tá hann við bólkinum Flux luttók í Prix Føroyar kappingini. Tá Marius seinni fekk eitt sættapláss í GBOB heimsfinaluni í London, og gjørdist besti norðurlendski bólkur, gjørdist navnið av álvara kent manna millum.
Seinnu árini hevur Marius av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki, og hann ferðast bæði í Føroyum og utannfyri landoddarnar við sínum tónleiki.
Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkenni fyri bólkin og fyri stílin, ið ikki er til at fara skeivur av, og sum føroyingar hava tikið til sín. Løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum av løgunum hjá Marius.
Fyri stuttum framførdi Marius við bólki nakrar megnar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri.
At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum tónleikarum kring seg ger bert, at eittnú pallframførslurnar eru til UG, og letur ongan standa ivandi eftir um, at her er talan um tónleikaliga góðsku.
Marius fer á pall á Ljósfest í Vági 2023.
Facebook viðmerkingar