Tá ljósfest verður í Vági 12. august, verður tað ein kendur vertur, ið kemur at taka sær av pallinum.
Bjørn Hentze Bech fer at taka sær av at greiða áhoyrarum frá, hvør kemur á pall, og annars at skipa fyri, so alt gongur so smidliga, sum til ber á pallinum.
Ungi og fryntligi verturin úr Porkeri kom fram sum vertur í kringvarpssendingini Afturljóð, og seinni hevur t.d. eisini borið til at uppliva hann sum diskara í Sirkus ella á G! Festivalinum.
Í fjør kom hann eisini fram sum tónleikari, tá hann útgav lagið Summarkvøða.
Ljósfest 2023 verður hesaferð stroymd beinleiðis á heimasíðunum hjá Vágs kommunu og hjá Kringvarpi Føroya, og útvarpsverturin fer eisini at hava smærri samrøður við tónleikarar, og ikki er ógjørligt, at onkur útvarpssending seinni kemur burturúr hesum.
Bjørn Hentze Bech verður pallstjóri á Ljósfest 2023, har hesi tónleikanøvn higartil eru kunngjørd: Section, Hanus G. Johansen, Marius, Hjalmar og Dagfinn við bólki, Herborg Torkilsdóttir og Starlight.
Facebook viðmerkingar