Section í Stóra Pakkhúsi leygarkvøldið


Eftir tiltøkini úti í býnum til Ljósfestina er Stóra Pakkhús opið frá kl. 0.30 til kl. 4.00.

Kl. 2.00 spælir Section livandi tónleik.

Bólkurin var virkin árini innan og eftir 1990.

Í september 1991 luttók bólkurin á maraton-konsert í batmintonhøllini í Gundadali í Havn. Bólkurin varð kosin besti bólkur, og fekk gávubræv á 5000 krónur.

Í 1991 gav bólkurin eisini út bandútgávu, nevnd Í lagið. Nakað eftir hetta gavst bólkurin, og nakrir av manningini hildu á, saman við øðrum,  í bólkinum, ið fekk navnið Hans Jacob og Vinmenn.

Nakrir av limunum í Section vóru Hans Jacob Hjelm, Rúni í Lágabø, Knút Nielsen, Árni Joensen, Jógvan Elias Thomsen, Jógvan Joensen, Tønnes Mikkelsen,  Kári Debess og Johannus Andreasen.

Leygarkvøldið spæir Section aftur til Ljósfestina og í Stóra Pakkhúsi.

Facebook viðmerkingar