Árligi Johannudagurin verður leygardagin 2. septembur í Vági. Johannudagurin er ein góður og hugnaligur familjudagur, sum fyrigongur á keiøkinum og á Vágsfjørði og hevur við tað, sum hoyrir til sjógvin og sluppuna Johannu TG326. Dagurin verður fyriskipaður av Felagnum Johanna TG326 og Vágs Kappróðrarfelag, saman við Vágs Kommunu.
Fyrireikingarnar til dagin eru í gongd og skráin verður almenn, tá Johannudagurin nærkast.Tó kann væntast, at stóra vatnkríggið verður á keiini, eisini verður skattaveiða, syngið við og livandi havdjór.
Johannudagurin varð fyrstu fer fyriskipaður í september 2021 og avgjørt varð, at hesin daguri skuldi verða ein afturvendandi familjudagur í Vági.Í høvuðsheitum snýr dagurin sjeg um sluppina Johannu TG326 og tað maritima, sum er í, á og kring Vágsfjørð.
Facebook viðmerkingar