Listi E hevur lagt uppskot fyri býráðið um at seta nýggj vallarljós upp á Eiðinum.
FC Suðuroy flytur sannlíkt upp í 1. deild hetta kappingarárið, og er ætlanin hjá teimum at byrja venjingina til komandi kappingarár stutt eftir kappingin endar.
Men nøktandi fótbóltsvenjing vesturi á Eiðinum er so at siga vónleys, av tí at ljósviðurskiftini eru alt ov vánalig.
Hesi somu viðurskifti eru sjálvsagt eisini galdandi fyri Betrideildina hjá kvinnum, sum hava sæð seg noyddar at hava venjingar við Stórá á Tvøroyri.
Harafturat kemur Ítróttarháskúlan við somu avbjóðingunum.
Størsta avbjóðingin við fótbóltsvenjing á Eiðinum myrku árstíðina er sjálvsagt ljósviðurskiftini.
Tað hevur verið eitt ynski frá venjarum og leikarum í langa tíð at betra um viðurskiftini, og meðan Marghøllin ikki
kann nýtast gerst hetta uppaftur meira átrokandi.
Okur vita ikki nær Marghøllin verður tikin í brúk aftur, men tað eigur kortini ikki at vera ein orsøk til at ikki seta nýggj ljós upp vesturi á Eiðinum.
Mett er, at samlaði kostnaðurin fyri Vágs kommunu verður umleið 600.000 kr.
Í minsta lagi tvey ljós eiga at verða sett upp í ár (2023) og síðani tvey ljós næsta ár.
Tað er øllum greitt, at tað er ómøguligt at taka ein vetur uppá seg viđ fótbóltsvenjingum í Vági, soleiðis sum umstøðurnar eru í dag.
Og venjing úti og í myrkri er snøgt sagt ikki virðiligt fyri okkara ítróttarungdóm.
Tí verður skotið upp at samtykkja málið, og at tekniska deild setur gongd á arbeiði beinanvegin.
– Listi E
Facebook viðmerkingar