FC Hoyvík verður koyrt úr 2. deild

BySuðuroyarportalurin

5. august 2023

Fyri aðru ferð hetta kappingarárið er FC Hoyvík ikki møtt upp til ein dyst.

Fyrru ferð var til útidyst móti FC Suðuroy og í dag møtti FC Hoyvík ikki upp til útidyst móti Royn. 

Reglugerðin hjá FSF sigur soleiðis:

Galdandi fyri 2. deild menn

Lið, sum ikki møtir upp til dyst, fær í fyrsta umfarið -3 stig, umframt eina bót upp á 5.000 kr.

Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.

Lið, ið ikki møtir tvær ferðir upp til dyst, verður koyrt úr kappingini og niður í 3. deild at leika komandi kappingarár.

Umframt hetta fær felagið eina bót upp á 20.000 kr.

Um dysturin, sum liðið ikki møtti til, var á útivølli, fær heimaliðið helvtina av bótini.

Facebook viðmerkingar