So er sjavsurin byrjaður aftur

Nú er seinna hálva av sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag byrjað. Í farnu viku varð 25. umfar í sjavskappingini spælt í Húsinum við Á í Porkeri.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Finn Gærdbo og Hans Jacob Petersen, 4 stig hvør
Nr. 2. Tova Kjærbo og Annidukk Lisberg, 3 stig hvør
Nr. 3. Magni Augustinussen og Jákup Lisberg, 2 stig hvør
Nr. 4. Eirikur Poulsen og Kathrina Borgardal, 1 stig hvør

Næsta umfar í sjavskappingini verður ónskvøldið 23. august. Spælt verður í Húsinum við Á í Porkeri og byrjað verður kl.18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar