Hetta vikuskiftið er Racerunning Føroyar á venjingarlegu í Marghøllini.
Fýra íðkarar eru á venjingarleguni, teir eru avmyndaðir á myndini og eru frá vinstru: Martin Johannessen, Heðin Midjord, Levi Hanusarson og Djóni Krosslá.
Martin og Levi eru royndir Racerunnarar, meðan hetta var fyrstu ferð, at Djóni roynir Racerunning. Heðin er eisini ein royndur Racerunnari, og var saman við Martin til kappingar í Danmark í 2011 og 2012, men seinastu árini hevur Heðin hildið ein steðg, men er nú byrjaður aftur.
Venjingin í Marghøllini leygardagin gekk væl og teir fýra venja aftur sunnudagin.
Um Racerunning
RaceRunning er serlig ítróttargrein fyri ítróttarfólk við truppuleikum við javnvágini.
Ein RaceRunner er serlig tríhjólað súkkla uttan pedalir, har ongin trupulleiki er at halda javnvágina.
Serligi bygnaðurin ger RaceRunning vælegnað til m.a. spastikarar, giktplágað og fólk við beinamputatión.
Facebook viðmerkingar