Suðuroyar Sparikassi sterka framgongd

Suðuroyar Sparikassi tvífaldar yvirskotið í 2017 – til 1,8 mió. kr. áðrenn skatt sammett við 0,9 mió. kr. í 2016. Grundraksturin meiri enn tvífaldast úr 1,2 mió. kr. í 2016 til 3,1 mió. kr. í 2017 – ein hækkan á 158 %.

”Vit eru stak vælnøgd við 2017 og gleða okkum til 2018” sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri.

Suðuroyar Sparikassi hevur hvørt ár síðan 1994 avrikað ein hóvligan útlánsvøkstur, og hvørt ár er kundaskarin eisini øktur.

Vøksturin í útlánum hjá Suðuroyar Sparikassa í 2017 er 0,4 % – úr 569,9 mió. kr. til 572,1 mió. kr. Innlánini vuksu við 4% – úr 709,4 mió. kr. til 741,1 mió. kr. Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús.

Sparikassin ansar tó eftir at tálma útlánunum – bæði fyri at nøkta komandi krøvum (NEP, IFRS9; NSFR).

Suðuroyar Sparikassi herdi í 2017 treytirnar fyri at fáa fígging. Suðuroyar Sparikassi væntar at minka um útlánini í 2018-2019 fyri at minka um kredittváðan stundvísiliga, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.

Suðuroyar Sparikassi hevur hóast vaksandi útlán, megnað at økt solvensin til 15,4 prosent, sum er tað hægsta síðan 2006. Solvensurin er batnaður 0,3 prosentstig samanborið við 2016. Solvenstørvurin er 10,1 %, og Suðuroyar Sparikassi kann tí vísa á ein yvirdekning í solvensinum á 52 %.

Suðuroyar Sparekassi lýkur soleiðis væl og virðiliga øll krøv til bankavirksemi. Hetta avspeglar eisini Eftirlitsdiamantin hjá Fíggjareftirlitinum.

Suðuroyar Sparikassi lækkaði í 2017 innlánsrenturnar og hækkaði nøkur ómaksgjøld. Tillagingin sæst væl í betringini av grundraksturinum, sum er betraður við 158 % úr 1.185 tkr. í 2016 til 3.111 tkr. í 2017.

Danska váðaráðið økir eyka kravið til polstran av føroyskum peningastovnunum frá 1. januar 2018 við 1 % stigi. Suðuroyar Sparikassi er í góðari tíð farin í holtur við at tillaga virksemið til herdu krøvini, so avleiðingarnar vera so lítlar sum møguligt.

Úrslitið fyri skatt í 2017 varð 1,766 mill kr.. Rentu- og ómaksgjøld hækkaðu úr 23,883 mill. kr. í 2016 til 26,233 mill. kr. í 2017. Vinningur av virðisbrøvum var 138 tkr. samanborið við ein vinning á 1,412 mill kr. í 2016.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 6 % úr 22,144 mill. kr.. í 2016 til 23,380 mill. kr. í 2017.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 1,483 mill. kr. . samanborið við 1,726 mill. kr. tkr. í 2016.

Suðuroyar Sparikassi væntar eitt úrslit fyri 2018 á 1,5- 2,0 mió. kr. áðrenn skatt.

Facebook viðmerkingar