Haldið føðingardagin í Páls Høll

Visti tú av, at í Páls Høll ber til at hava barnaføðingardagar? Baðilandið í Vági bjóðar føðingardagsbarninum og gestunum vatnrutsjubreyt, tveir svimjihylar, baðidjór, stuttleika, rørslu, samveru og mangt, mangt annað – stutt sagt, ein minniligan og vátan føðingardag.

Føðingardagar í Páls Høll geva møguleika til t.d., at borðreitt verður við mati og drekka á balkongini, og eftirfylgjandi kunnu føðingardagsbarnið og gestirnir skifta í svimjiklæðir og fara í svimjihylarnar. Kostnaðurin fyri at hava føðingardag í Páls Høll er 1.000 krónur, og tá hevur man atgongd til Páls Høll í 1,5 tíma.

Um tú hevur áhuga at leiga Páls Høll til næsta føðingardagin, so skalt tú seta tjeg í samband við hallarleiðaran á hallir@vagur.fo ella á telefon 28 50 00.

Facebook viðmerkingar