VEGNA VEÐUR ER TILTAKIÐ Í SUÐUROY 20. SEPTEMBER FYRIBILS ÚTSETT. LÝST VERÐUR AFTUR SEINNI VIÐ NÝGGJUM DEGI.
—–
Vísindavøka er á ferð kring landið. Ónskvøldið 20. september er ein sýning í Miðlatúni í Vági.
Á skránni eru tvær framløgur. Fyrra framløgan nevnist ”Granskingargrundað rørsluátak í fólkaskúlanum í Suðuroy” sum Helgi Winther Olsen leggur fram. Seinna framløgan nevnist ”Aldurorka í Føroyum” og tað er Bárður Joensen sum fer at tosa um alduorku.
Vísindavøkan verður í Miðlatúni í Vági ónskvøldið kl 19.00.
Tað eru Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum sum skipa fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og granskingarúrslitum í samfelagnum.
Facebook viðmerkingar