Sýning í Miðlatúni ónsdagin klokkan 16:00

Hesa vikuna hevur Vágs skúli havt vitjan av næmingum og lærarum úr Íslandi og Finnlandi.

Hetta er partur av NordPluss ætlan, sum Vágs skúli er partur av, har Føroyar, Ísland og Finnland knýta vinarbond, og við at vitja hvønn annan læra mentan og livihátt í øðrum londum at kenna.

Tema fyri verkaætlanina er Útilív.

Nógv ymiskt stuttligt, áhugavert og avbjóðandi hevur verið á skránni; Túrar í haga og ymsastaðni í Suðuroynni, fiskitúr við sluppini Johonnu, vitjan í kolanámi í Hvalba og tað at zip-lina vesturi í Múlagjógv. Hetta er nakað av tí, ið hevur verið á skránni. Næmingarni enda í kvøld við einum fráfaringarveitslu, men innan tað hava vágbingar, og onnur áhugaði, møguleika at síggja frálíkar myndir, sum næmingar hava tikið, og sum er printaðar út í FabLab Vágur.

Myndirnar eru at síggja í Miðlatúni í dag, ónsdagin 13. sept. klokkan 16.

Facebook viðmerkingar