Námsfrøðingar og avloysarir til Dagstovnin Brosið í Hvalbiar kommunu

•  Námsfrøðingar til barnagarðstovur á 30 – 40 tímar um vikuna.

•  Fastir avloysarir til feriu, sjúku oa.

Um námsfrøðingar ikki søkja, verða hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.  

Stovnurin

Brosið er ein dagstovnur, ið byrjaði sítt virksemi í august 2017.

Vit hava eina vøggustovu, tvær barnagarðstovur og frítíðarskúla.

Stovnurin er í einum náttúruríkum umhvørvi, tætt við skúlan, fótbóltsvøll og fjøruna.

Vit hava sera góðar innan- og uttandura umstøður sum geva børnunum góðar møguleikar fyri stimbran og menning.  

Vit bjóða eitt umráðandi og spennandi starv, har tú kanst verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga arbeiðið á stovninum. Vit hava góða normering og tú verður partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi. Vit seta tíð av til fyrireiking og eftirmeting av arbeiðinum.  

Vit vænta av umsøkjarum at

 •  tú hevur ein jaligan hugburð og sær møguleikar heldur enn forðingar

 •  tú tekur ábyrgd, kanst taka avgerðir og arbeiða sjálvstøðugt

 •  tú ert við til at menna námsfrøðiliga arbeiði á stovninum

 •  tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.

 •  tú kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag

 •  tú ynskir áhaldandi at menna teg fakliga

 •  tú kanst arbeiða við teimum námsfrøðiligu amboðum sum stovnurin brúkar

Setanarviðurskifti

Størvini verða sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Størvini innibera, at tú kann hjálpa til á øðrum stovum ella kann flyta stovu eftir tørvi.  

Sambært barnaváttanarlógini §2, hevur Hvalbiar kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.  

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til Siri Næs Olsen, stovnsleiðara á tlf. 237580

Umsókn saman við prógvi, lívrensl og møgulig viðmælir, skal verða Hvalbiar kommunu í hendi í seinasta lagi týsdagin 10. oktober 2023  kl.12.00.

Hvalbiar kommuna

Bíarvegur 2  

Fo-850 Hvalba  

ella til hvalba@hvalba.fo


Facebook viðmerkingar