Ynskir tú at arbeiða við børnum í vøggustovu, saman við dugnaligum og fryntligum starvsfeløgum, hevur tú nú møguleikin at søkja starv í Mýrifípuni í Trongisvági.
Mýrifípan søkir eftir námsfrøðingi, at arbeiða 30 ella 40 tímar um vikuna, frá 20. november 2023 ella eftir nærri avtalu.
Stovnslýsing:
Mýrifípan er ein stórur stovnur, har 40 starvsfólk hava sína dagligu gongd. Stovnurin fevnur um vøggustovur, barnagarðsstovur og frítíðarskúla.
Mýrifípan liggur í eini náttúruperlu í Trongisvági. Skúli, ítróttarhøll og fótbóltsvøllurin við Stórá eru beint við. Vit bjóða eitt trygt, áhugavert og mennandi arbeiðspláss, har tað er pláss fyri ymisleika, og har námsfrøðin støðugt er í menning. Dentur verður lagdur á at skapa ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri einstaka barninum og við støði í barnsins áhuga, undran og forvitni. Hesa uppgávu lyfta vit øll í felag. Vit arbeiða út frá eini námsætlan, einum virðisgrundarlagið og mannagongdum, ið eru partar av stovninum.
Vit vanta at tú:
- leggur dent á virðisorðini tryggleiki, samstarv og fakligur førleiki, sum stovnurin hevur valt skulu hava størsta týdning í arbeiðinum við børnum.
- brúkar tína námsfrøðiligu vitan í dagliga arbeiðinum.
- kanst geva børnunum ein tryggan, mennandi og innihaldsríkan gerandisdag.
- hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
- dugir at síggja tørvin hjá tí einstaka barninum.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd.
- hevur góð samstarvsevnir við foreldur, starvsfólk og aðrar fakbólkar.
- vísir virðing fyri børnum, foreldrum og starvsfeløgum og virðir teirra ymisleika.
- sær avbjóðingar fram um forðingar og er hugaður fyri broytingum.
- hevur visiónir fyri námsfrøðiliga arbeiðinum og hevur hug og áræði at skapa og seta dám á virksemið á stovninum.
Setanarviðurskifti:
Lønin er smb. sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita:
Meiri fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðaran, Kari Joensen, á tlf. 218737 ella Barbaru Tausen varaleiðara á tlf.781162.
Umsókn:
Umsóknir, saman við prógvi og møguligum viðmælum, skulu sendast við telduposti til kari@tvoroyri.fo og skulu vera okkum í hendi, í seinasta lagi ónsdagin 15. november 2023 kl.12.00.
Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Tvøroyrar Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Facebook viðmerkingar