HEYSTMARKNAÐUR OG “SERLIGA” LANGUR LEYGARDAGUR Á TVØROYRI

Árligi Heystmarknaðurin á Tvøroyri fer av bakkastokki, nú leygardagin 14. oktober. Gomlu handilsbygningarnir hjá T.F. Thomsen eru karmur um tiltakið.

Avbjóðingar við veðrinum farnu dagarnar og forsøgini fyri vikuskiftinum hevur viðført, at Heystmarknaðurin er nakað skerdur í vavi. M.a. viðførur vánaliga verðrið, at væl umtóktu kørini við livandi fiski, ikki verða ein partur av tiltakinum, tí at útlitini fyri at seta og heinta rúsur á fjørðinum, eru tíverri ov vánalig. Men hóast hetta, verður nógv á skrá….

Gamli Kgl. Handilin verður opin leygardagin. Mangt spennandi, heimagjørt er at fáa í gamla handlinum og eisini verður kapping millum pør kl. 15, í at vinda hespu.

Á Seglloftinum verður sjálvur marknaðurin. Útistovugarður á Trøllanesi vitjar enn einaferð, til ber at keypa røtur úr Dímun, heimagjørt súltutoy og bollar verða at fáa og mangt annað tílíkt. Eisini fer at bera til at keypa sær ein drekkamunn og ein køkubita frá Bindi.

SLAKT Í PH-5 kjallaranum.

Í kjallaranum í Pakkhús 5, vitjar Hartvig Bech, úr Porkeri, enn einaferð. Hartvig fer at slakta eitt av lombunum hjá sær. Fólk eru vælkomin at fylgja við og tá liðugt er, ber til at bjóða upp á lambið. Uml. kl. 16 verður lambið slaktað.

Heystmarknaðurin byrjar annars spakuliga kl. 10:00 og so hvørt útselt er hjá teimum vitjandi, verða tey borðini ruddaði. Annars endar Heystmarknaðurin í seinasta lagi kl. 18:00. Fylgið við á Facebook, –her.

SERLIGA LANGUR LEYGARDAGUR

Frálíku handlarnir á Tvøroyri hava eisini sera nógv at bjóða leygardagin. Kunningarstovan á Tvøroyri hevur samskift við handlarnir seianstu dagarnir og fleiri spennandi tilboð verða á skránni leygardagin. Flestu handlarnir hava opið til kl. 16:00, meðan matvøruhandlarnir hava opið sum vant.

Fylgið við á síðuni hjá kunningarstovuni her Skráin verður kunngjørd í morgin fríggjadagin 13. okt. kl. 14:00 -sí her

Facebook viðmerkingar