Open by night í Vági

Fríggjadagin 13. oktobur hava handlarnir í Vági Open by Night.

Hendan fríggjadagin bjóða handlarnir viðskiftafólkunum nógv og góð tilboð, og opið er til klokkan 20.00, undantikið Tangavirkið og Bygma Suðuroy, ið hava opið ávíkavist til klokkan 17.00 og 18.00.

Øll sum keypa í handlunum hendan fríggjadagin eru við í lutakastum um gávukort frá handlunum.

Handlarnir sum eru við eru: Toystovan í Vági, Tangavirkið, Vágs Litbúð, Sjónin, Mangt&Hvat, Suðuroyar Heimavirki og Bygma Suðuroy.

Vælkomin til Open by Night í Vági!

Facebook viðmerkingar