Fyrilestur um styrki og konditións venjing, og hvat hendir við kroppinum, tá hann eldist. Fyrilesturin verður 8. novembur klokkan 19.00 í Miðlatún í Vági.
Eitt sindur um innihaldið:
Tá vit gerast eldri, minkar vødda fyllan og styrkin natúrligt. Hetta nevnist sarcopeni. Tað byrjar longu um 30 árs aldurin, og minkar so líðandi við árunum.
Tað er fyrst tá vit blíva umleið 70 ár, at tað verður ein trupulleiki. Tá byrja vit at fáa trupulleikar í gerandisdegnum og koma í fallvanda.
Við at venja, serliga tunga styrkivenjing, kunnu vit seinka hesi gongdini og fyribyrgja teimum trupulleikum ið fylgja við aldrinum.
Hvat er so tung styrkivenjing og hvussu venja vit okkara konditión best.
Við hesum fyrilestri fært tú innlit í hvat hendir við vøddum og kroppinum tá vit gerast eldri, hvussu tú kanst venja, og hvat sigur granskingin og viðmælini vit skulu gera.
Fyrilestrahaldarar eru fysioterapeutarnar Sigurð Marner Simonsen og Bára Krosslá Mortensen.
Fyrilesturin er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar