Anne rundar tey 100 árini

Anne rundar tey 100 árini

Tað var ein so stór, vøkur og merkisverd uppliving, at fáa loyvi at bera Onnu eina heilsu á 100 ára degnum.

Frá morgunstunduni hoyrdu vit hana, púra klára, við sonnum lívsvísdómi greiða frá í útvarpinum um lívsleiðina.

Í føðingardegnum frætti eg eisini, at Anne hevði verið í Porkeri og hjálpt Malenu tá ið Frida verðmóðir bleiv fødd. So rørandi.

Her er heilsanin til Onnu:

Góða Anne

Hesin dagurin er ein sermerktur dagur fyri tygum og tygara kæru. Ein rættur hátíðardagur nú tygum, Anne Kathrine rundar tey 100 árini. Tað er ikki nógvum unt!

Og eg má siga, at tað er mær ein stórur heiður og eg gleðist um, at fáa høvi at heilsa tygum og tygara avvarðandi henda merkisdag. Stóra takk fyri tað. Og av hjarta tillukku við stóra degnum.

Tygum eru fødd í 1923 í Porkeri, í grannalagnum í Hólinum, har foreldrini, Sørin Alfred Nygaard og Maren Margrethe Bech, kallað Greta, høvdu búsett seg. Í barnaheiminum hjá pápanum og heimbygdini hjá teimum báðum.

Her vuksu tygum upp, sum næst yngst av einum systkinaflokki uppá seks.

Elstur var Óli føddur 1914, og sum bleiv búgvandi í Porkeri.

Næstur kom Zacharias, kallaður Sakin, føddur í 1916 og, sum búði í Porkeri.

Elsta systirin var Kathrine Marie, kallað Mia, sum varð fødd í 1918 og búði í Klaksvík.

Næsta systurin Anna Elisabeth, fødd í 1921, búði somuleiðis í Klaksvík.

Og so kom lítli beiggin Sørin Meinhard í 1925, eisini hann búsettist í Porkeri.

Fleiri av hesum bæði kendi og minnist eg væl. Omman og abbin búðu í grannalagnum í Porkeri. Hiðani eru bara góð minni.

Tygum Anna byrjaði sum ung at arbeiða í fiski á Marknoyri í Vági. Higani fór tygum víðari og royndi tygum sum arbeiðsgenta hjá Hans Debes í Toftalíð í Vági.

Vert er at leggja til merkis, at eitt eyðkenni við Onnu er, at hon altíð hevur verið bæði ein sera sera fitt, og ein sera dámlig kona. Tað má sigast at vera eina serliga vøggugávu, ið tygum hava fingið. Hetta sást longu á ungum árum. Og hetta sæst og hoyrist enn.

Tí, sum arbeiðsgenta mást tú hava gjørt alt til lítar. Tey í Toftalíð í Vági vildu ikki av við hesa serligu arbeiðsgentuna. Tá tygum Anna boðaði frá, at ætlanin nú var royna aðrar leiðir, gjørdu tey ikki mætari, enn at bjóða lønarhækking úr 25 kr. til 50 kr. um mánaðin. Hetta var ikki hissini og játtaðu tygum sjálvandi, at vera verandi har hjá teimum, eina tíð afturat.

Tygum møtti manninum Gudmund Poulsen, ættaður úr Tvøroyri og tit gjørdust góð. Í 1951 giftust tit bæði, Gudmund var sjómaður og av raskastu trolmonnum. Sum brúður og brúðgommur fluttu tit bæði tí sjálvandi inn, í nýggj hús, á Sevmýru á Tvøroyri. Tíbetur fingu tit bæði nógv góð ár saman, aðrenn tygum lítla-jólaaftan í 1998 gjørdist einkja.

Saman hava tit døtur. Elsta dótturin Sigrun, sum kom í 1954, er gift við Mogens Petersen. Og tvey ár seinni kom Margretha, sum er gift við Reydar Hovland. Tey hava ríkað tygum við trimum ommubørn: Liljan, Anniku og Bodil, umframt at tygum eiga 6 langommubørn.

Sigrun og Margretha nutu gott av, at tygum Anna vóru heimagangandi til tær vóru vaksnar. Tá valdu tygum at fara í arbeiði hjá Niels Juul Mortensen á Tvøroyri. Har dámdi tær sera væl og gjørdi tygum eitt nú knettir har saman við góðum starvsfelagum. Seinni hevði Anna vaski arbeiði í skúlanum á Tvøroyri, til hon gavst at arbeiða úti.

Tað var heilt serstækt, og gevandi, at hoyra fantastiska góðu samrøðuna við tygum í útvarpinum í morgum. Har tygum so lívsvís, klár og takksom greiddi frá lívið tygara. Frá sorgini um at missa lítla sonin, frá barnaárunum, arbeiðslívinum, familjulívinum, grannalagnum og frá tíðini á ellisheiminum. Alt við takksemi, og tryggleikanum um at leggja alt í Harrans hendur.

Væl dámar tygum at fáa eitt hugnaligt prát og ikki minni at fylgja væl við øllum tí sum fyriferst í gerandisdegnum. Tí er tað altíð ein góð løta, tá familju og vinum, eisini úr heimbygdini Porkeri, koma á gátt at vitja. Og porkerisdialektina varnaðist eg eisini í samrøðuni í kvf í morgum.

Samstundis er tað ein sannroynd, at Anna er sera familjukær. Familjan er hennara eitt og alt. Dótturin Sigrun, svigarsonurin Mogens og ommudótturin Liljan eru og vitja Onnu næstan hvønn dag.

Stóri skarin, sum er komin at hátíðarhalda dagin saman við tygum vitnar eisini um eitt menniskja, sum hevur týdning fyri so mong onnur eisini.

At tygum hava stóran týdning fyri familjuna er eyðsýnt. Fyri nøkrum døgum síðan stóð soleiðis skrivað hjá á Facebokk hjá ommudóttrini Liljuni og langommudóttrini Sáru um tygum

“Okkara góði vinur, tú er okkara klettur ein vøkur stjørna, sum leiður okkum blint. Okkur vilja byggja á tíni virðir, tú er okkara fyrimynd, og nú nærkast av álvara til tú verður 100 ár”

Og so var ein vøkur mynd av tygum og føðingardagurin varð lýstur. Hetta eru vøkur orð at fáa. Orðini vísa tøtt familjubond, kærleika og stóra virðing- eisini millum ættarlið.

Nú kenni eg eitt sindur til Liljuna og Sáru gjøgnum elstu dóttir okkara, sum er vinkona Sáru. Serliga stendur dagurin fyri mær tá ið tær báðar gjørdist studentar fyri nøkrum árum síðan, og tygum sjálvsagt vóru við í skúlanum meðan vit bíðaðu uttanfyri í spenningi til tær komu út og fingu studentahúgvuna. So stóru lívsdagarnar í familjuni hava tit verið saman um. Tað er ríkidømi.

Eisini dótturin Margretha, sum býr í Egersund í Norra, vitjar eisini javnan heim til Føroyar. Eitt skifti var Anna í Norra og vitjaði dóttrina og svigarsonin í heili 4 mánaðir, hetta dámdi henni eisini sera væl og hon greiðir ofta frá um ta vitjanina, sum hevur verið minnisrík.

Líka til seinasta ár megnaði tygum, sum 99 ára gomul, at búgva einsamøll heima í húsunum á Sevmýri. Tá, í august 2022, flutti tygum higar á Ellis- og Røktarheimið. Og her hava tygum trivist sera væl og kenna tygum so væl heima her. Og eg skilji á lagnum, at tygum meira enn so taka eina hond í her á heiminum. Hjálpsemi og arbeiðssemi liggur í.

Og í dag heiðra vit hundrað ára føðingardag tygara, og fari eg at enda við at ynskja tygum eitt blítt lívskvøld. Enn einaferð hjartaliga tillukku við degnum verður ynskt tygum og tygara avvarðandi og Harrans signing á lívsleiðini.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum

Facebook viðmerkingar