
AVLÝST: Vegna serligar umstøður er konsertin við Dynamit í Salt avlýst.
Leygarkvøldið 11/11-2023, skipað Betri Deildin kvinnur hjá TB/FCS/ROYN, fyri stórum tónleika tiltakið í Salt.
Dynamit spæla konsert frá kl 22-24 og seinni verður livandi tónleikur frá kl 24-04, har Tróndur Enni, Erolf og Hentzar og 80’ara DJ Kári Annand Berg vera at hoyra. Dyrnar lata upp kl 21.
Atgongumerki kunnu keypast fyri alt tiltakið á Billet.fo fyri 300kr. Men annars er kostnaðurin fyri livandi tónleikin frá kl 24-04, aftaná konsertina, 200kr við dyrnar.
Stuðlið kvinnufótbóltinum í Suðuroynni og komið við til eitt hugnaligt tiltak í Salt, leygarkvøldið 11. nov.
Facebook viðmerkingar