Siðvenja er at brenna bát á nýggjárinum í Vági. Og siður er eisini at syngja sálmin “Tíðin rennur sum streymur í á” kring skrýdda bátin á Tríkantinum í Vági.
Sálmurin er nr. 544 í Sálmabókini og var tað Fríðrik Petersen, sum yrkti sálmin.
Tíðin rennur sum streymur í á
Tíðin rennur sum streymur í á,
títt munnu bylgjurnar falla;
lítlum báti rekist eg á,
áraleysur at kalla.
Hvør ein løta og hvør ein stund
at stóra fossinum dregur;
treingist mítt hjarta, tyngist mín lund,
hvar er úr neyðini vegur?
Hvør hevur vinur vilja og mátt
at bjarga mær til landa?
Allir teir eru á líkan hátt
staddir sum eg í vanda.
Ein hevur vinurin vilja og mátt
at bjarga mær frá grandi;
Jesus kann føra mín lítla bát
trygt at himnasandi.
Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á, –
himnastrond fyri stavni.
Fr. Petersen 1892.
Facebook viðmerkingar