Tað eru settir meira peningur settur av í fíggjarætlanini fyri 2024 til viðlíkahald av bygningum hjá Vágs Kommunu, enn undanfarna ár. Eftir ætlan kemur Vágs Kommuna at brúka 5,195 mió. kr. til viðlíkahald og íløgur.
Vágs skúli og auditorium
Arbeiðið at gera auditorium í Vágs Skúla heldur fram. Á fíggjarætlanini fyri 2023 vórðu settar 750.000 kr. av, og blivu tær brúktar til at gera pall, skráningin og at leggja dekk yvir gamla svimjihylin. Eisini bleiv hol skorið í veggin í tí djúpa partinum, har hurðar skulu setast í. Á fíggjarætlanani 2024 eru settar 700.000 kr. av til auditoriumið, og er ætlanin fáa gjørt loft, ljós og girðing runt um.
Í Vágs skúla verður hildið fram at dagføra klassastovurnar, so tær nøkta nútíðartørvin sum verður settur skúlanum. Peningur er eisini settur av til at reinsa tekjuna og klædningin á gamla partinum av skúlanum.
Havnaøkið
Avgerð er tikin um, at bátadrátturin skal leingjast og breiðkast. Í alt eru 800.000 kr. settar av á havnaøkið, har m.a. bátadrátturin skal gerast av nýggjum. Bátadrátturin bleiv gjørdur í 2019, men har hava trupuleikar verið við at fáa bátar upp, tá fjørða er, og so er drátturin ov smalur. Arbeiðið at leingja og breiðka dráttin skal verða liðugt til jóansøku, og verður arbeiðið væntandi boðið út um stutta tíð. Umframt bátadráttin, so skal ymiskt viðlíkahald gerast á havnalagnum.
Vatngoymsla, kloakkir, spælipláss og Páls Høll
Tað kemur fyri, at vatngoymslan hjá Vágs Kommunu er undir trýsti. Tí er avgerð tikin um at útbyggja vatngoymsluna við vestara reinsuverk.
Peningur er eisini settur av í fíggjarætlanini til dagføra kloakkir í bygdini.
Gamla spæliplássi í miðbýnum skal eisini dagførast. Tað hevur í nógv ár verið tosa um, at gera eitt nýtt spælipláss og ymisk uppskot hava verið gjøgnum árini, men nú er ætlanin at seta gongd á at dagføra spæliplássið í ár. Ætlanin inniber at samantvinna spæliplássið og fiskaplassið á Løðhamri. Til hetta eru settar av 650.000 kr.
Í Páls Høll verður ventilatiónin dagførd í svimjihøllini. Talan er um at gerast broytingar á ventilatiónini inni í høllini, har langhylurin og barnahylurin er.
Barnagarðurin
Barnagarðurin Eikilund bleiv útbygdur í 2023, og í 2024 fer Vágs Kommuna undir at gera økið uttanum barnagarðin. Økið er blivi størri og m.a. krevur hetta, at girðingin skal gerast av nýggjum.
Kommunuskrivstovan og máling
Vágs Kommuna keypti í 2023 bygningin sum umsitingin húsast í. Bygningurin krevur nakrar ábøtu og ætlanin í 2024 er at skifta vindeygu og at mála bygningin. Eisini verða fleiri bygningar hjá Vágs Kommunu málaðir í ár.
Niðurgjalding av skuld
Í fíggjarætlanini er ein millión sett av til at gjalda niður skuld í 2024. Í 2023 varð 1,2 milliónir settar av at gjalda niður skuld, men skattainntøkur hjá Vágs Kommun blivu betri enn væntað. Av tí sama, so blivu tvær millónir brúktar til at gjalda niður skuld. Skuldin hjá Vágs Kommunu er 44 milliónir, haraftrat kemur lánið, sum bleiv tikið, tá Hamragarður bleiv bygdur. Hetta lánið verður útgoldið við ársenda 2024.
Íløgurnar, sum verða gjørdar í ár, eru deildar soleiðis út á nevdirnar:
Sosiala- og heilsunevnd 200.000 kr.
Barna- og ungdómnsnevndin 1,58 mió.kr.
Mentanmálanevndin 250.000 kr.
Tekniskanevnd 2,05 mió. kr.
Havna- og vinnunenvdin 1,115 mió. kr.
Facebook viðmerkingar