ALMENN HOYRING

“Umsókn hjá P/F Varðanum Pelagic um at byggja á havnarlagnum á Tvøroyri”

Vísandi til galdandi áseting í byggisamtykt fyri Tvøroyrar kommunu, § 29 Øki D “Havnarøki” stk. 4:

Eingin partur av útveggi ella tekju má vera hægri enn 11,5 m, tó kunnu neyðugir tekniskir húsalutir vera hægri eftir nærri góðkenning býráðsins. Goymslubrunnar kunnu í mesta lagi vera 20 m høgir, og skorsteinar í mesta lagi vera 60 m høgir. Slík hægri bygging skal altíð sendast til almennar hoyringar.

~verður hervið sent til almenna hoyring, umsóknin hjá P/F Varðin Pelagic um byggiloyvi til at byggja á havnarlagnum á Tvøroyri: skorstein við hædd á 60 metrar og goymslubrunnar “siloir” við hædd á 20 metrar.

Almenna framløgan er á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, Tvørávegi 37, frá 5. – 19. januar 2024, í tíðini kl. 09.00 til kl. 15.00 allar dagar, uttan leygar- og sunnudag.

Møgulig mótmæli móti uppskotinum og møgulig broytingaruppskot mugu verða kommunustýrinum í hendi í seinasta lagi 22. januar apríl 2024. kl. 15.00, og skulu sendast til:

Tvøroyra Kommuna
Tekniska deild
Postboks 80
Tvøravegur 37
800 Tvøroyri

-ella umvegis teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo

Meira kann lesast og síggjast á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu her

Facebook viðmerkingar