LEIÐARI TIL UNGDÓMSHÚSIÐ Á TVØROYRI

TVØROYRAR KOMMUNA LEITAR EFTIR LEIÐARA TIL UNGDÓMSHÚSIÐ PH4 AT BYRJA 1. JANUAR 2024. 


Pakkhús 4 er staðið har børn og ung møtast fyri at hugna sær og hitta onnur í einum umhvørvi skipa eftir SSP samstarvinum.  Her kunnu ung spæla spøl, læra ymiskt handaligt, spæla tónleik, luttaka í skeiðvirksemi, verkætlanum og mangt annað. ~Meira kann lesast um SSP  her

Ungdómshúsið PH4 er í støðugari menning, og verður tú sum leiðari at mynda gongdina í ungdómshúsinum. 

PH4 rúmar øll ung á Tvøroyri, við samstarvi við tey ungu um at menna teirra hugskot, geva íblástur til verkætlanir, ið kunna blíva verðuligar.

-Kommunan ynskir støðugt at menna og víðka um innihaldið og virksemið í ungdómshúsinum, og verður tú sum leiðari við til at skipa fyri hesum. Sum leiðari hevur tú dagliga samskiftið við tey ungu, og myndar húsið úteftir.    ~Meira kann lesast um ungdómshúsið PH4 her

VANGAMYND HJÁ UMSØKJARA

Útbúgving, royndir og førleikar:

  • viðkomandi útbúgving, kann vera ein fyrimunur, men ikki ein treyt 
  • er blíð-/ur, fyrikomandi, nærlagdur-/nærløgd, røkin, álítandi og góð samstarvsevnir
  • hug, evni og dáma væl at arbeiða við børnum og ungum
  • hevur hugsjónir og áhuga innan ungdómsarbeiði
  • royndir innan ungdómsarbeiði er ein fyrimunur

Uppgávu v.m.:

  • skapa tryggleika og hava virðing og umsorgan fyri tí einstaka
  • skipa fyri tiltøkum, ið hóska til ymisku aldursbólkarnar
  • hava áhuga í, og vera opin fyri, einum fjølbroyttum gerandisdegi
  • at samstarva um nýggj hugskot, børnunum at frama
  • at virka fyri, at reglugerðir viðv. trygd, reinføri og ruddiligheit kring húsið verða yvirhildnar
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt, taka avgerðir og duga væl at samskifta við børn og vaksin
  • ábyrgd av dagliga rakstirnum og fíggjarstýring

Ungdómshúsið kann m.a. bjóða:

  • eitt spennandi og fjølbroytt starv við nógvum avbjóðingum
  • ein gerandisdag í hugnaligum hølum í søguligum nærumhvørvi
  • umframt leiðaran, er hjálparfólk knýtt at ungdómshúsinum

Setanar- og lønarviðurskifti:

  • talan er um fast starv frá 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt
  • talan er um starvstíð 1.0  svarandi til 39 tímar um vikuna  -leiðarin skal tola at arbeiða um kvøldi og um vikuskiftir
  • starvið verður lønt sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið, flokk. 6
  • tilvísing til kommunustjóran

Umsókn:
Umsóknin saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2023 kl. 12.00.   ~barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóra á telefon 611085.

SØK STARVIÐ HER

Pakkhús4 er opið 4 gerandisdagar um vikuna (Mán.-Tórs.) frá kl. 13.00 til 18.00 fyri yngri børnum, og frá kl.19.00 til 23.00 fyri teimum eldru børnunum. Eisini verður skipa skipa fyri rúsfríðum tiltøkum um vikuskifti fyri tey størri børnini. 

Facebook viðmerkingar