Tannlækni til barnatannrøktina hjá Tvøroyrar kommunu


Tvøroyrar kommuna søkir eftir Tannlækna til barnatannrøktina hjá Tvøroyrar kommunu at byrja 1. januar 2024.

Barnatannrøktin

Barnatannrøktin kannar og viðgerð børn og ung í aldrinum 0-18 ár í Tvøroyrar, Fámjin og Hvalbiar kommunu. Tannrætting fer fram við seravtalu, har serlækni javnan vitjar í viðtaluni. 

Barnatannrøktin á Tvøroyri heldur til í hugnaligum hølum í miðbýnum á Tvøravegi 46, har tað eru tvær klinikkir og rúmligt frálærurúm, skrivstova og móttøka v.m.

Barnatannrøktin arbeiðir við talgildari journalskipan og røntgenskipan, ávikavist TK2 og Digora.

Starvsfólkini í tannrøktini eru 6 í tali, leiðandi tannlæknin, 3 klinikkatstøðingar, ein tannrøktari og eitt reingerðarfólk.

Umframt vanliga klinnikk- og tannlæknarøktina verður løgd stór áherðsla á fyribyrgjandi arbeiði, har tannrøktin vitjar í skúla og barnagarði, við frálæru og kunning um tannrøkt.

Hvør ert tú?

Tað er ein fyrimunur at hava royndir innan barnatannrøkt, men er ikki eitt krav. Vit vænta tó, at tær dámar at arbeiða við børnum og ungum umframt at arbeiða við fyribyrgjandi arbeiði. Eisini leggja vit dent á nærlagni og sjálvstøðugt arbeiði. Vit vænta eisini, at tú hevur góð samstarvsevni, ert jalig/ur og fyrikomandi, og hevur góð pedagogisk evnir.

Setanarviðurskifti:

Løn og setanarviðurskifti eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið KAF og Dansk Tandlægeforening.

Umsókn og freist:

Talan er um fast starv frá 1. januar 2024, ella skjótast gjørligt.

Umsókn saman við prógvum, CV og møguligum viðmælum, v.m., skulu vera Tvøroyrar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. november 2023, kl. 12.00.  (Barnaváttan verður umbiðin til møguliga setanarsamrøðu) 

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Fróða Mortensen, kommunustjóri á tlf. 611085.

Søk starvið her

Tvøroyrar Kommuna

Facebook viðmerkingar